Tað hevur fingið sinnini í kók, at millumbylgjusendari útvarpsins hevur verið so svikaligur í seinastuni. Útvarpið hevur fingið fleiri klagur um sendaran, men har fáa tey ikki gjørt stórvegis annað við klagurnar enn at vísa teimum til Føroya Tele, sum hevur raksturin um hendi.
Tað eru serliga sjómenninir, sum eru við sviðusoð, tá Mb-sendarin »dettur út«, tí hann er tað einasta teir hava at líta á. FM-sendarin røkkur nevniliga bara eitt sindur út frá landi. Men tað eru ikki bara sjómenninir, tí tey, sum eru í bili og í fleiri bygdum hoyrist FM so illa, at hon ikki kann brúkast.
Gera okkara ítarsta
Á Føroya Tele situr Jens Julian Reinert við ábyrgdini fyri sendinetinum og hann váttar, at tað hava verið trupulleikar við millumbylgjusendaranum.
»Tað er rætt, men tað er ikki meiri enn náttúrligt, at trupulleikar stinga seg upp, tí sendarin er hóast alt tíggju ára gamal«, sigur Julian Reinert, »og vit skifta teir út tá teir fara, men tað eru ávísar lutir, sum vit hava havt trupult við at útvega«.
Hann greiðir frá, at ein av stóru trupulleikunum hjá Føroya Tele er, at tann fyritøkan, sum sendarin varð keyptur frá, er løgd saman við eini aðrari og síðani samanleggingina eru fleiri av lutunum tiknir av vøruskránni.
»Tað hevur so við sær, at tað ikki bara er sum at siga tað at fáa fatur á eykalutunum«, sigur Jens Julian Reinert.
Jens Julian sigur okkum, at tað eru ávísir lutir, sum eru farnir við tíðini, og sum skulu skiftast út. Millum annað er ein »skiftari«, sum skal syrgja fyri, at sendarin koplar upp á netið av sær sjálvum, tá streymslit hevur verið, sum ikki virkar, og tað hevur borið illa til, at finna ein nýggjan.
»Og tað verður ikki betri við tíðini«, sigur Jens Julian Reinert, sum væl skilir, at fólk gerast í øðini tá sendarin slóknar. »Men tað hevur verið betri seinastuni«.
Hevur riggað sera illa
Í Útvarpinum situr tekniski leiðarin, Hans Andor Johannesen, við ábyrgdini fyri sendinetinum, men bara tí dagliga partinum. Viðlíkahald og trupulleikar, sum stinga seg upp tá sendarin slóknar, er ikki hansara borð. Men kortini kennir hann á sín kropp, at fólk eru ónøgd við tænastuna, tá sendarin slóknar í heilum.
»Í seinastuni hevur verið heldur frægari, men einaferð í januar var heilt galið. Tá vóru bæði Mb-sendarin og FM-sendarin í ólagi so tá var ringur standur«, sigur Hans Andor Johannesen.
Hann skilir væl, at fólk eru ill um at Mb-sendarin slóknar, tí á sjónum serliga og í fleiri bygdum er tað einasti sendari, sum hoyrist. FM-netið varð projekterað í 1970 og tá varð als ikki hugsað um, at tríati ár seinni fór ein stórur partur av Føroya fólki at lurta eftir Útvarpinum eitt nú í bili, ella á flakarvirkjum. »Og tí hava tey bara Mb-sendarin«, sigur Hans Andor, sum leggur afturat, at tað eisini í Havn eru fleiri støð, har fólk mugu brúka Mb, tí FM hoyrist so illa.
Ov lítið sett av
Tað, sum teir báðir Jens Julian Reinert og Hans Andor Johannesen tykjast samdir um, uttan at teir vita av hvørjum øðrum er, at upphæddin, sum er sett av til viðlíkahald av sendinetinum, er heilt burturvið.
»Vit hava fingið fimm milliónir og vit hava 70 støðir kring landið, sum skulu haldast í gongd. Av teimum eru sjey høvuðssendarar«, sigur Jens Julian Reinert. Hann fær ikki sagt nágreiniliga hvussu stórur partur fer til Mb-sendaran, men hann viðgongur, at lutfalsliga verður nógv mest brúkt upp á tann eina Mb-sendaran, enn upp á FM sendararnar.
Hans Andor Johannesen sigur, at tað eftir hansara fatan er sett so lítið av, at tað ikki røkkur til raksturin og so er il.t at síggja hvussu tað skal røkka til viðlíkahald.
»Fyri mær tykist tað, sum tað er ov lítil politiskur vilji til at veita peningin«, sigur hann og hetta er júst sama niðurstøða, sum Jens Julian Reinert kemur til.
Tað er Finnbogi Arge, landsstýrismaður við Vinnumálum, sum hevur politisku ábyrgdina av sendinetinum hjá Útvarpinum og Sjónvarpinum, men tað bar tíverri ikki til at fáa eina viðmerking frá honum, tí hann var upptikin allan dagin í gjár.