Vinna
Í løtuni roynir eitt føroyskt nótaskip teir nýggju pelagisku trollemmarnar, Injector Stealth. Hetta er eitt heilt nýtt design, ið avloysir flótitrollemmin, Injector Dropi, sum ongantíð fekk nakað veruligt gjøgnumbrot.
- Vit vóna, at tað pelagiska gjøgnumbrotið fer at koma við Injector Stealth, sigur Jan-Allan Muller, sølumaður.
Hann sigur, at felagið í ár fer at royndarkoyra tvey nýggj sløg av lemmum til flótitrol, og hesir lemmar eru bygdir á heilt nýggj fyribrigdi innan flótitrol.
- Hesum vænta vit okkum nógv av, sigur sølumaðurin.
Umframt Injector Stealth, hevur Injector eisini framleitt Injector Sea Wolf, sum serliga eru ætlaðir smærri trolarum.
- Hesin eru royndarkoyrdir í heyst við óvæntað góðum úrslitum, bæði í Føroyum, Íslandi og Spaniu.
Triðja nýggja modellið hjá Injector, er Injector Scorpion, sum er stjørnuskotið hjá felagnum.
- Hesir trollemmar hava eginleikan at kunna skifta lættliga millum troling á djúpum og á grunnum vatni. Teir eru gjørdir úr eykastyrktum stáli.
Jan-Allan Muller sigur, at Scorpion serliga er ætlaður til tey mest torføru botnviðurskiftini, og modellið er nýliga tikið í nýtslu umborð á føroyska flakatrolaranum, Skálabergi og grønlendska rækjutrolaranum, Markusi.
- Vit hava fingið sera góð ummæli um hesar lemmar, sigur sølumaðurin