(Sí greinina Orðabókin teldutøk).
Fari vegna Setrið, Føroyamálsdeildina, Fróðskaparfelagið og ritstjórnina at bjóða tykkum at vera vælkomin til henda tíðindafundin í sambandi við at orðabókin er komin út á fløgu. 24. juli í fjør varð nógv gjørt burturúr, tá orðabókin kom út, men vit halda, at neyðugt er eisini at gera vart við, at vit við hesi teldutøku útgávu hava tikið stigið inn í tøknifrøðina á orðabókaøkinum. Hetta er fyrsta føroyska orðabók á fløgu yvirhøvur. Og tað halda vit er vert at gera vart við.
Móðurmálsorðabókin er nú teldutøk, og nú kunnu fólk keypa móðurmálsorðabókina á teldufløgu.
Vit her á Setrinum, á Føroyamálsdeildini, í Fróðskaparfelagnum og í ritstjórnini eru fegin um at bjóða til tíðindafundar og sýna teldufløguna fram her í dag. Hetta hendir samstundis sum vit í kvøld fara undir tiltakið granskingardagar á Fróðskaparsetrinum.
Hvat kann so ein teldutøk útgáva, sum pappírsútgávan ikki kann? Jú, tað eru nógvir fyrimunir við eini slíkari teldutøkari orðabók. Hon er sjálvandi ætlað at arbeiða við á teldu, og ein slík útgáva er eyðvitað gjørd, tí at teldan er eitt so týðandi og neyðugt arbeiðsamboð í gerandisdegnum hjá flestøllum. Fløgan verður løgd inn á harðdiskin í telduni eina ferð, og so er hon har.
Samanborið við pappírsútgávuna kann teldufløguni nógv meir. Hon gevur nak-rar møguleikar, sum brúk-arin annars ikki hevur við at leita í eini vanligari orðabók. Til ber at leita gjøgnum alla orðabókina upp á ymiskar mátar, sum ikki eru møguligir í pappírsútgávuni. Ein tann størsti fyrimunurin er, at brúkarin sleppur frá at fara úr telduni og blaða upp á eina av teimum umleið 1400 síðunum í pappírsorðabókini. Til ber á teldufløguni at sláa upp í orðabókini frá tekstviðgerðarforritum, so á tann hátt er tað nógv skjótari og høgligari at nýta hana enn at skula sláa upp í eini vanligari orðabók. Møguligt er eisini at sláa einstøk orð upp eins og at leita eftir orðum, orðapørtum og setningum inni í eini orðabókargrein. Sum dømi kann nevnast, at tú hevur møguleika at leita eftir øllum teimum orðum, sum hava t.d. bátur sum seinnalið. Tú kanst kanna eftir, hvussu nógv orð eru markað sum bíbliuorð ella løgfrøðiorð o.s.fr. Tú kanst kanna eftir, t.d. hvussu nógv orð eru serstøk fyri sumbiarmál og fáa ein lista við teimum orðunum. Tú kanst t.d. kanna, um nakar merkingarmunur er, hvussu orðini kona og kvinna verða nýtt í samansetingum. Høvi er eisini í einum glugga at gera sínar egnu viðmerkingar til orðabókina, rættingar o.a., sum tú sjálvur heldur vera neyðugar. Tú kanst gera tínar egnu privatu orðalistar við at sýla upp á ymiskar mátar. Tínar egnu viðmerkingar verða lagdur afturat sum ískoyti til títt egna eintak av fløguni, annars er greinin púra óbroytt. Tað ber ikki til at broyta nakað í sjálvari orðabókini. Hetta er ikki eitt ritstjórnarforrit, men ein vanlig elektronisk orðabók.
Orðabókin hevur upplýsingar um bendingar. Hesar upplýsingar liggja í einum upplyftum tali beint aftan fyri orðaflokkin, og bendir tú vísan á hetta tal og klikkir á, fær tú bendingarupplýsingarnar fram á skíggjan. Hevur tú orðið fjall á skíggjanum, stendur eitt 10-tal aftan fyri orðaflokkin, og klikkir tú á 10-talið fært tú orðið fall fram á skíggjan, soleiðis fært tú at vita, at orðið fjall bendist ein sog fall. Til ber bæði at størra og minka stavirnar á skíggjanum, og hjá sjónveikum fólki kann tað vera ein stór hjálp at hava tann møguleikan. Møguleiki er fyir at hava meira enn eina orðabók frammi á skíggjanum í senn, tú kanst hava tær antin loddrætt ella vatnrætt við síðuna hvør av aðrari. Aðrir hentleikar sum at klippa og avrita úr orðabókini inn í eitt tekstviðgerðarforrit eru eisini møguligir.
Teldutøka orðabókin hevur sama innihald sum pappírsútgávan; har er ein fólkanavnalisti, rættskrivingarreglur og ein listi við øllum styttingum, sum nýttar verða í orðabókini. Og sum sagt er eitt bendingaryvirlit yvir øll navnorð, sagnorð, lýsingarorð o.o. orð, sum verða bend. Nýtsluleiðbeiningin og formælið eru eisini við í teldutøku útgávuni. Einasti innihaldsligi munurin millum pappírsútgávuna og ta teldutøku er, at ongar myndir eru við á fløguni.
Av tekniskum krøvum er at nevna ein PC-sambærilig telda við 80386 ella hægri gerli (professori), Windows 3.1/3.11 ella Windows 95/98NT stýriskipan og ein fløgustøð, og í minsta lagi skulu 9 MB vera tøk á harðdiskinum.