Innanríkisráðharri harmast vaksandi jødahatrið

Bretski innanríkisráðharrin heldur, at meiri má gerast fyri at steðga vaksandi jødahatrinum

Bretski innanríkisráðharrin, Theresa May staðfestir í bretskum miðlum í dag, at Stórabretland má gera nógv meira við at steðga tí vaksandi jødahatrinum, sum er í Stórabretlandi í dag.

 

Við BBC sigur Theresa May: - Eg hevði ongantíð droymt um at skula sleppa at uppliva dagin, tá bretskir jødar fóru at kenna seg ótryggar í Stórabretlandi.

 

Theresa May talaði við eina minnisløtu í London í dag, sum var til minnis um tey, sum lótu lív í yvirgangsatsóknunum í Fraklandi fyri stuttum. 

 

Forsetin fyri jødiska felagsskapin í Stórabretlandi, Vivian Vineman fegnast um orðini hjá innanríkisráðharranum, og staðfestir, at jødarnir í Stórabretlandi mugu nú allir verða greiðir yvir, at vandin fyri yvirgangi lúrir alla tíðina. 

 

Theresa May segði í minnisrøðuni, at tað, sum hendi í tí jødiska handlinum í París var ein køld áminning um jødahatrið, ikki bert í Fraklandi, men eisini ein áminning um fordómarnar og hatrið ímóti jødum í Stórabretlandi. 

 

- Eg veit, at nógvir jødar í hesum landinum kenna seg hóttar, og eru óttafull um støðuna, og, at tit jødar eru bangin um tykkara familjur, bangin um tykkara børn, og bangin um tykkum sjálvi, segði Theresa May á minnisløtuni í London fyrr í dag.