Innantómt

Heri Mohr

Í ár 2000 lat Føroya Landsstýri prenta ein bókling við heitinum Frá heimastýri til fullveldi í 16500 eintøkum, sum vórðu borin í hvørt hús og heim í Føroyum. Endamálið við hesum politiska propagandariti var ætlandi at sannføra okkum, sum her í Føroyum búgva, um, at fíggjarliga er einki til hindurs fyri at fremja loysing úr Danmark; her og nú um tað skal vera, og høvuðsargumentið var, at av blokkinum upp á 950 milliónir eru í nøkur ár millum 300 og 400 milliónir brúktar til samfelagið, og at í ár 2000 skuldi minni enn triðingur brúkast í samfelagnum. Restin skuldi goymast - samansparast - og brúkast um ella tá ið afturgongd verður í búskapinum. Og vit fingu eisini at vita - sum rosinan í pylsuendanum -, at hetta, at 2/3 av ríkisstuðlinum skuldu goymast til afturgongd, var orsøkin til, at búskaparfrøðingar søgdu, at løtan er lagalig at fara undir at byggja upp ein sjálvberandi búskap. Sancta Simplicitas. Lokkandi floytuspælið hjá rottufangaranum í Hameln og málningurin hjá Hans Scherfig um hesa somu søgu rennur okkum í hug.

Í tíðini 1998-2000 fekk landskassin 971 mió. meira í skatti, tolli og avgjøldum enn ætlað í fíggjarlógunum Í sama tíðarskeiði øktist landskassans innistandandi í Landsbankanum við 836 milliónum og gjaldførið við 200 milliónum. Hetta samanlagt svarar umleið til tað, ið landskassin sum sagt fekk meira í inntøkum enn ætlað. Jamen, hvar eru so teir 2/3 av ríkisstuðlinum, ella umleið 1.9 milliardir av teimum 2.8 milliardunum, sum landsskassin fekk í umrødda tíðarskeiði? Hvar eru hesar 1.9 milliardirnar, ið skuldu samansparast til afturgongd í búskapinum?
Sannleikin er tó tann, at ikki eitt klovið oyra av blokkinum er samanspart til afturgongd í búskapinum, og tað kann heldur ikki koma upp á tal, tí (rest)blokkurin er sambært lóg játtaður til tað føroyska heilsuverkið og almannaverkið: Sjúkrahúsini, almennar pensiónir, serforsorg, heimahjálp v.m. Í umrødda politiska propagandariti er eisini kunngjørt Føroya fólki, at serviðgerðir av føroyskum sjúklingum á Ríkishospitalinum og øðrum stovnum í Danmark ikki eru tænastur, sum føroyingar fáa ókeypis, og tey føroysku sjúkrahúsini rinda fullan prís fyri serviðgerðirnar. Jú, tað er rætt, at okkara sjúkrahúsverk rindar fullan prís fyri serviðgerðir yvirhøvur á Ríkishospitalinum, men ritið sigur einki um, at peningurin til hesar sjúkraviðgerðir er innihildin, allur sum hann er, í blokkinum:
Í 1998 vórðu brúktar 37 mió. til serviðgerðir, í blokkinum vóru 37.5 mió.
í 1999 " " 53.7 " " " " " " 52.7 "
í 2000 " " 70.8 " " " " " " 62.2 " (!)
Frá 1988, tá ið blokkskipanin kom í gildi, til 1999 var yvirhøvur samsvar millum brúk og løgtingsins játtan, sum hevði støði í útreiðslumetingum frá Ríkishospitalinum jbr. "Bloktilskud 1987 Bilag E".
Er tað so galið, at politikarar - enntá við stjórnarvaldi - við fullum vilja geva okkum føroyingum skeivar og villleiðandi upplýsingar um vitalar lógir - eitt nú á sjúkrarøktarøkinum - bert fyri at rættvísgera og fremja tað, sum mest av øllum kann minna okkum um privatpolitikk?

Í tí nærum endaleysa orðaskiftinum í løgtinginum um at fáa okkum føroyingum meira sjálvræði í uttanríkismálum, sum verandi samgonga hevur virkað fyri, fingu vit, sum sótu heima og lurtaðu, at vita frá landsins hægsta røðarapalli, at ríkisstuðulin til gomul, sjúk, avlamin og brekað er haftið, sum rennur Føroyar á heysin.
Hetta er ræðandi tala og óhugnalig, nationalistisk doktrina, sum leggur eftir pulsinum - aorta - í samfelagsins sosiala strukturi og tryggleika. Skriftin í Tí guddómligu komediuni (Dante): Her lades håbet ude hómast í tí mentalu slavtokuni, sum gevur tungan andadrátt.