Innantóm “heilsunýskipan” og ógvisligar heilsuverksparingar í sama andadrátti

Í langa tíð hevur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, boðað frá, at hann fór at koma við eini nýggjari og kollveltandi “heilsunýskipan”, sum skuldi reformera alt heilsuverkið – og vera so einastandandi, at samstundis sum alt bleiv betri enn nakrantíð, kundu sparast fleiri tíggjutalsmiljónir í heilsuverkinum. Fantastiskt!

 

Havi tí verið spentur, tí mær dámar væl, at tað verður hugsað og handlað nýskapandi og revolutionert. Men tað gjørdist eitt satt vónbrot, nú eg havi sæð frágreiðingina frá Karsten um ta komandi, forloysandi “heilsunýskipanina”.  Í mun til tey stóru orðini er frágreiðingin eitt stórt flopp – leyst orðaðar hugleiðingar á 25 síðum í óforpliktandi vendingum - uttan ítøkiligan substans - og í grefligum mótstríði við fíggjarliga niðurlagingarpolitikkin í heilsuverkinum annars, ið samgongan hevur samtykt.

 

Skal her bert nevna nakrar fáar grundir fyri hesum hørðu orðum:

 

1)   Ongar heilsufakligar útgreiningar eru skjalfestar í frágreiðingini, sum kvalifiserað grundarlag fyri ætlanunum í “nýskipanini”.

2)   Ongin heildaruppseting er av tilmælum um ítøkilig átøk, sum skulu fremjast.    

3)   Ongin raðfesting er av teim ymisku og leyst orðaðu ætlanunum.

4)   Ongin tíðarætlan er, um nær teir ymisku lutirnir í ætlaðu “nýskipanini” skulu setast í verk.

5)   Ongin mannagongd er ásett, um hvussu stig verða tikin til at fremja ymisku lutirnar  í ætlanini ella hvør skal hava ábyrgdina av, at teir verða settir í verk.

6)   Ongin – absolutt ongin - fíggjarlig meting er av kostnaðinum av einstøku lutunum ella allari ætlanini í síni heild.

7)   Ongin frágreiðing er, um hvar og hvussu fíggjarliga orkan skal útvegast, fyri at seta ætlanina í verk.

8)   Síðst men ikki minst: “heilsunýskipanin” ignorerar øll viðurskifti í nógv tí tyngsta og mest ressursukrevjandi partinum av heilsuverkinum, tvs. øllum sjúkrahúsverkinum, ið stendur fyri uml. 80% av kostnaðinum av samlaða heilsuverkinum.

 Hóast frágreiðingin ikki hevur eitt orð um kostnaðin av ætlanunum í “nýskipanini”, ber til at meta um, at hetta kostar ikki so lítið:
 

· Endurvenjingarætlan: einar 15  mió kr í heilsuverkinum, umframt 20 mió kr í almannaverkinum.

· Rehabiliteringsætlan: eini 32 til 35 ársverk við ymiskum serlæknafrøðiligum o.ø. serheilsufrøðiligum starvsfólkum.

· Hetta eru sakkønar kostnaðarmetingar av eini endurvenjingar- og rehabiliteringsætlan, ið vórðu gjørdar fyri 6 árum síðani.

· Fólkaheilsustovnur: kann illa gerast fyri minni enn 6-8 mió kr í øktum útreiðslum, mett út frá tí, ið hugleitt verður um í frágreiðingini.

· Harumframt verður hugleitt um onnur uppskot so sum: 5-7 heilsudeplar kring landið við nógvum ymiskum heilsustarvsfólkum í staðin fyri kommunulæknaskipanina; víðkað tilboð um tannheilsurøkt til ung og til búfólk á eldraheimum; heimavitjanir av heilsuvegleiðara til eldri fólk, útskrivingarheim til liðugt viðgjørdar sjúklingar, og ymiskt annað.     

  

Høvdu hesi uppskot í ætlanini verið framd, hevði tað sjálvsagt kosta nógvan pening, kanska millum 30 og 50 mió kr. 

 

Tankin í frágreiðingini um “heilsunýskipan” er góður, og flestu uppskotini skilagóð (m.a. um fólkaheilsustovnin), og summi eru átroðkandi neyðug (m.a. um eina endurvenjingarskipan).

 

Trupulleikin er, at samstundis sum landsstýrismaðurin sigur seg vilja fremja hesa kostnaðarmiklu ætlan og leggur hana fram til orðaskiftis í løgtinginum, so hevur hann fingið sínar samgongufelagar til at samtykkja ógvisligar sparingar í heilsuverkinum.

 

Karsten Hansen, Jørgen Niclasen, Kaj Leo og teirra samgongufólk – íroknað Jenis - hava gjørt av, at fíggjarligu karmarnar fyri heilsuverkið skulu skerjast ár fyri ár – við uml. 5 mió kr í 2014 og so veksandi upp til 40 mió kr í 2018. Hetta samtyktu tey í vár, so sum tað er staðfest í Búskaparfrágreiðingini frá Fíggjarmálaráðnum (sí m.a. talvu á s. 72 í løgtingsmálinum).


Altso:

· Mettu útreiðslurnar av kostnaðinum av heilsuverkinum skulu skerjast við 40 mió kr.

· Umframt at finna hesar 40 mió kr í sparingum skulu finnast aðrar 30-50 mió kr til at fíggja eina sokallaða “heilsunýskipan”.  

 

Onki boð er í frágreiðingini, um hvussu henda “heilsunýskipan” skal fíggjast. Men vit kunnu óttast fyri, at meginparturin skal heintast inn við uppaftur størri skerjingum í sjúkrahúsrakstrinum.  Tað bendu m.a. orðini hjá Karsten Hansen á í tjakinum í sjónvarpinum týskvøldið, at sjálvandi mátti man fara har, sum teir nógvu pengarnir eru. Tvs. í sjúkrahúsverkinum. Tað ljóðar ófrættakent, tá vit samstundis vita, at nógvar sergreinar og týdningarmikil virkisøki á sjúkrahúsunum antin eru nógv undirmannað ella heilt ómannað.

 

Tí er at vóna, at eitt politiskt, fakligt og alment orðaskifti kann fáa fram í ljósið, hvat ætlanin ítøkiliga er at gera, hvussu tað skal setast í verk, hvar pengarnir skulu koma frá – og ikki minst: hvussu er ætlanin at fáa Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús at fungera við neyðugari trygd og dygd við teim ógvisligu fráboðaðu sparingunum á økinum?

 

Hans Pauli Strøm,

fyrrverandi landsstýrismaður í heilsumálum