Innbrot í Rúsuni í nátt

Tað hevur verið nógv fólk í býnum, men rættiliga friðarligt

Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt, men løgreglan sigur, at sum heild hevur tað verið friðarligt.

 

Men mitt í nátt fekk løgreglan boð frá fólki um, at tað hevði verið innbrot í Rúsuni í Havn. Innbrotstjóvar høvdu brotið ein rút í køkini og vóru farnir inn tann vegin.

 

Enn er ikki gjørt upp hvat er stolið, men tað fara starvsfólkini at gera upp í dag, og enn veit løgreglan ikki meiri um málið.

 

Annars hevur løgreglan nakrar ferðir fingið fráboðan um at menn vóru komnir til illnar og vóru farnir at berjast. Men tað hevði alt javnað seg aftur, áðrenn løgreglan kom á staðið, og meiri verður ikki gjørt burtur úr tí.

 

Annars hevur løgreglan aftur í nátt gjørt nógv burtur úr at vera sjónlig í býnum, og løgreglufólk hava verið á gátt á skeinkistøðum at tryggja sær, at øll viðurskifti vóru sum tey áttu.