Fíggjarligi missurin hjá Argja Bóltfelag av innbrotinum næstsíðstu nátt, er nógv meiri umfatandi enn upprunaliga mett. AB heur selt fýrverk í ár í eini roynd at vinna pening til raksturin há felagnum. Men næstsíðstu nátt varð brotið inn í bingjuna, har AB goymdi fýrverkið og rættiliga fitt av ymsum fýrverki varð stolið
Í fyrstuni ljóðaði, at stolið varð fyri einar 8.000 krónur í fýrverki. Men formaðurin í AB, Erling Ellendersen, sigur, at stuldurin er nógv meiri umfatandi enn so. - Tann, sum breyt inn í bingjuna, hevur stolið fýrverk fyri einar 24.000 krónur, sigur formaðurin í bóltfelagnum á Argjum. Hansara meting er, at tann, sum hevur brotið inn í bingjuna við fýrverkið, hevur vitað akkurát, hvat tey skuldu taka. Tað, sum er stolið, eru fimm Pápapakkar, sum kosta 1.398 krónur hvør, umframt 15 Megapakkar, sum kosta 1.098 krónur hvør. Harumframt eru nakað stolið av øðrum fýrverki.
Men Erling Ellendersen sigur, at AB og Kaj Andreasen eru tey einastu í landinum, sum selja hetta fýrverki, so tað er lætt at kenna aftur.
Les eisini: Stolið fyri 8.000 krónur frá Argja Bóltfelag
Hann sigur, at tað er eftir klokkan tvey mánanáttina, at onkur breyt inn í bingjuna við fýrverki hjá AB. - Tveir bilar eru sæddir á staðnum um náttina, ein myrkur jeepur og ein hvítur persónbilur, sigur Erling Ellendersen. Men hvat slag teir vóru, vita tey ikki og tey vita heldur ikki um bilarnir høvdu nakað við innbrotið at gera. Løgreglan sigur, at tey kanna málið, men hava ikki avdúkað innbrotstjóvin enn.
Formaðurin sigur, at hetta er ein dyggur smeitur fyri felagið. Hann sigur, at tað er tungt at reka eitt ítróttarfelag og 24.000 krónur gera stóran mun. - At vit nú mangla hesar pengarnar, fær avleiðingar fyri virksemi, eisini barna- og ungdómsarbeiðið hjá felagnum.
Tí vónar hann enn, at stuldurin verður uppkláraður, so at felagið í minsta lagi fær missin endurgoldnan. Myndin vísir hvussu fýrverkið sær út, sum er stolið, talan er bæði um Pápapakkar og Megapakkar.
|