Føroyski innflutningurin er minkaður seinasta árið. Frá januar í fjør til januar í ár innfluttu Føroyar fyri umleið átta milliardir krónur, og tað vóru 400 milliónir minni enn undanfarna skeið.
Tað vísir nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya.
– Innflutningurin av skipum er minkaður 400 mió. kr., og vit hava eisini brúkt útvið 400 mió. kr. minni upp á brennievni, serliga vegna lægri prís á brennievni. Fyri flestu av hinum vørubólkunum er innflutningurin vaksin ella stendur í stað, skrivar Hagstovan.
##med2##