Innflyta fleiri sigarettir

Hóast roykiforboð og hækkaðar prísir innflyta vit munandi fleiri sigarettir enn sama tíðarskeið í fjør

Fyrra hálvár í ár innfluttu vit umleið 170.000 fleiri sigarettir, enn vit gjørdu sama tíðarskeið í fjør, vísa tøl frá TAKS. Hetta hóast sigarettirnar gerast alsamt dýrari og strangari reglur verða settar í gildi viðvíkjandi royking. 


Samstundis minkar innflutningurin av sigarum og tubbaki við ávikavist 27 og 26 prosentum. Tað kann hugsast at samanhangur er í hesum, á tann hátt, at tey, ið roykja sigarir og leyst tubbak, nú heldur velja vanligar sigarettir. 


Samanumtikið innflyta vit umleið 600 sigarettir fyri hvønn føroyingin hvørt hálvár. Hetta svarar til 1200 sigarettir fyri hvønn føroying um árið. 


Spennandi verður so at síggja, hvussu roykiforboðið á øllum almennum støðum kemur at ávirka hesi tølini framyvir.



Innflutningur fyrra hálvár av sigarettum og tubbaki:


Fyrra hálvár  2007  /  Fyrra hálvár 2008

Sigarettir: 28.162.200  /  stk. 28.329.500 stk.

Sigarir v.m.: 105.330 stk. /  76.515 stk.

Tubbak: 8.859 kg.  /  6.538 kg

Kelda: TAKS