Intrum Føroyar hevði í fjør eitt hall í roknskapinum upp á 1.723 tkr. Intrum, sum er innheintingarfyritøka, byrjaði sítt virksemi í Føroyum í 2006, og er 2007 soleiðis fyrsta heila roknskaparárið. Í ársfrágreiðingini sigur leiðslan, at tey vænta vøkstur í virkseminum, soleiðis at hetta eisini fer at geva avkast. Fyrstu tvey árini hevur felagið mist góða 3,1 mió kr., men kapitalgrundarlagið undir felagnum er styrkt, soleiðis at hetta ikki er hótt av gongdini fyrstu árini.