Sølvi Reinert Hansen
Í seinastu viku frættist í Degi og viku, at ætlanir nú eru frammi at gera hølir til innivist undir sitiplássunum við sunnara enda av Tórsvølli. Um henda ætlan verður framd, er hetta fyribils seinasta kapittul í harmiligu søguni um tjóðarítróttarvøllin Tórsvøll.
Seinasta summar samtykti tásitandi býráð, at rennibreyt ikki skuldi gerast um Tórsvøll. Henda avgerð varð tikin, hóast kanningar vístu, at við at taka tvey tey niðastu røðini av sitiplássum við ovaru síðu av Tórsvølli burtur, og við at flyta sitiplássini við sunnara enda nakað, fekst ein rennibreyt um Tórsvøll. Hetta arbeiðið hevði kostað uml. 8-9 mió.
Býráðið samtykti samstundis, at annað økið skuldi finnast til frælsan ítrótt í høvuðsstaðnum. Býráðið gjørdi av at seta eina millión av um árið í trý ár til hetta endamál. Um øki til frælsan ítrótt verður gjørt aðrastaðni, má kostnaðurin metast at liggja um eina 20 mió. Hvar er logikkurin?
Eg ivist ikki í, at flest allir borgarar í Tórshavn heldur sóu tær 10 mió. eyka, ið ein rennibreyt aðra staðni kostar, nýttar til okkurt annað enn eitt nýtt stadion í høvuðsstaðnum.
Øll mentanarnevndin hjá býráðnum var í 1999 á Gotlandi til oyggjaleikir. Endamálið var at eygleiða oyggjaleikirnar, so Havnin kundi bjóða seg til at vera vertur fyri oyggjaleikunum í 2005. Tað, sum spurdist burturúr, var m.a. avgerðin um ikki at gera rennibreyt um Tórsvøll. Hetta hóast Oyggjaleikanevndin hevur boðað frá, at hon helst vil, at meginparturin av ítróttinum á oyggjaleikum er savnaður á einum staði.
Hóast megnar avrikið við at gera øki til frælsan ítrótt á Svangaskarði til oyggjaleikirnar í 1989, kann hetta tí ikki metast at vera nøktandi, um oyggjaleikir skulu haldast í Føroyum aftur. Annars kann nevnast, at einki øki finst til altjóða kappingar í spjótkasti, sleggjuvarpi og klingruvarpi í Føroyum. Økið á Svangaskarði varð jarðað undir grasvøllinum á Toftum.
Tað er enn ein gáta, hvussu býráðið seinasta summar kundi taka ta avgerð, at rennibreyt ikki skuldi gerast um Tórsvøll, men heldur aðra staðni í høvuðsstaðnum. Teir fáu einkultpersónarnir, ið ikki vildu hava rennibreyt um Tórsvøll, hava enn ikki víst á nøkur saklig argument fyri hesum. Sæð út frá einum ítróttarligum, búskaparligum og byggi- og býarskipanarligum sjónarmiði er Tórsvøllur einasta staðið at byggja rennibreyt.
Nærum øll ítróttarfeløg og skúlar í høvuðsstaðnum hava fyrr heitt á býráðið um at gera rennibreyt um Tórsvøll. Umframt at øki til frælsan ítrótt finnast í samband við stadionøki í øllum størri býum, hava hesi ítróttarfeløg og skúlar sæð tað gagnliga í frælsa ítróttinum. Hann er til bata fyri heilsuna hjá fólki sum heild og til bata fyri allar aðrar itróttargreinar. Eingin, sum hevur sæð annan hálvleik av føroyskum landsdystum í fótbólti kann ivast í, at okkara óføru garpar á fótbóltslandsliðinum kundu notið gott av betri umstøðum til rennivenjing. Til stuttleikar kann nevnast, at ein nú so navnframur David Beckham í fleiri ár var økismeistari í 1500 m renning í sínum aldursbólki.
Samstundis hevði økið bøtt munandi um umstøðurnar hjá teimum uml. 500 børnunum, sum seinasta ár tóku lut í rennikappingum kring landið. Meginparturin av teimum býr í Havn, men enn mugu tey eins og tey vaksnu renna á vegunum í høvuðsstaðnum. Tórsvøllur er stongdur fyri vanliga borgarinum!
Sum rennari og borgari í Havn vil eg tí heita á býráðið um at grípa í egnan barm. Enn ber til at gera Tórsvøll til tað, hann upprunaliga var ætlaður til ? ein veruligan tjóðarítróttarvøll.