Alt tað besta innan føroyska singer/songwriter-stílin verður kroyst inn í tveir dagar, tá ið Føroyahúsið í Keypmannhavn skipar fyri inniligum konsertum um vikuskiftið
Komandi vikuskifti, 7. og 8. september, skipar Føroyahúsið fyri tveimum konsertum við nøkrum av føroya bestu tónleikanøvnum.
Fríggjakvøldið spæla Eivör Pálsdóttir, Terji Rasmussen og Rókur Jákupsson. Eivör og Rókur vórðu fyrr í ár vald til ávíkavist bestu songkvinnu og besta sangara á Planet Awards. Terja kenna vit øll, og tað mann ikki vera uttan orsøk.
Umframt at spæla á konsertini fer Terji eisini at spæla á náttcaféini, sum verður frá 23.00 til 02.00
Skráin leygarkvøldið er eisini ein av teimum bestu. Høgni Lisberg, Jensina Olsen og Høgni Reistrup eru øll trý kend fyri at duga væl at framføra við gittara og sangi.
Umframt at vera ´heimskendur´ í Føroyum, so ger Høgni Lisberg meiri og meiri um seg í Danmark við fløguni ´Morning Dew´, sum kom út í november í fjør. Jensina Olsen vann sannførandi seinastu singer/songwriter-kappingina, sum Hotel Hafnia skipaði fyri í fjør, og Høgni Reistrup gav fyri stuttum út fløguna ´Hugafar á ferð´, sum hevur verið tráspæld í føroyskum loftmiðlum í summar.
Seinni á kvøldinum og út á náttina verður dansur við Eyðun Nolsøe, sum eisini er hálvgum fløguaktuellur við ´So nógvar røddir´, sum kom út í apríl.
Kostnaður fyri hvørt kvøldið er 175 kr,-.
Kostnaður bert fyri náttcafé?ina fríggjakvøldið er 50 kr,-
Kostnaður bert fyri dansin leygarkvøldið er 100 kr,-
Atgongumerki kunnu keypast í forsølu í Føroyahúsinum.
Portrið letur aftur á midnátt.
Les meiri á
heimasíðuni hjá Føroyahúsinum<a>.