Innkrevjingin verður broytt

Fíggjarmálastýrið ætlar at broyta innkrevjingina av pengum til Barsilsskipanina, so arbeiðsgevarar fáa longri freist at gjalda og ikki verða kravdir eftir teimum minstu upphæddunum

 

Innkrevjingin av pengunum til nýggju Barsilsskipanina verður eftir øllum at døma broytt, so sleppast kann undan støðum, sum rættiliga eru falnir arbeiðsgevarum fyri bróstið.

Í gjár greiddi Sosialurin frá einum dømi, har ein arbeiðsgevari varð kravdur eftir einari krónu til Barsilsskipanina, men skuldi gjalda 100 krónur í avgreiðslugjaldi, so at samlaða rokningin gjørdist 101 krónu.

? Fíggjarmálastýrið ætlar at gera eitt bagatellmark, soleiðis sum tað verður brúkt í sambandi við aðrar skattir og avgjøld. Hetta ger, at vit ikki fara at krevja arbeiðsgevarar eftir upphæddum, sum tað ikki loysir seg at krevja inn, sigur Petur Alberg Lamhauge, sum er aðalstjóri í Fíggjarmálastýrinum.


Leingja freistina

Við hesum sipar aðalstjórin til, at tað er eingin orsøk at krevja arbeiðsgevarar eftir einari krónu, soleiðis sum dømi í Sosialinum í gjár vísti.

? So smáar upphæddir loysir tað seg ikki at fara eftir, og tað bara irriterar fólk. Orsøkin til at hetta sokallaða bagatelmarkið ikki er við í skipanina, er tí skipanin varð gjørd í skundi. Men ætlanin er at broyta hana, sigur Petur Alberg Lamhauge.

Hann heldur ikki, at innkrevjingin er ódámlig. Hinvegin vísir hann á, at innkrevjingin er grundað á eina lóg, sum Vinnumálastýrið hevur gjørt.

? Vit hava enntá linkað treytirnar hjá arbeiðsgevarunum í okkara kunngerð, so teir fingu valmøguleikan millum at gjalda pengarnar til Barsilsskipanina beinanvegin ella at fáa rokning, sigur Petur Alberg Lamhauge.

? Arbeiðsgevarar fáa við hesum kreditt, og teir hava síðani sjey dagar at gjalda rokningina í. Hendan freist er tó heldur stutt, og landsstýrismaðurin umhugsar at leingja hana.


Summir gjalda ikki

Aðalstjórin í Fíggjarmálastýrinum sigur, at avgreiðslugjaldið í Barsilsskipanini, sum er 100 krónur fyri hvørja rokning, er sett til eina upphædd, sum svarar til veruliga kostnaðin av at krevja pengarnar inn.

? Okkara royndir í innkrevjingini vísa, at ein triðingur av arbeiðsgevarunum rindar ikki pengarnar beinanvegin, og tí má eitt slíkt gjald leggjast afturat, tí tað kostar at umsita innkrevjingina, sigur Petur Alberg Lamhauge.

Hann heldur, at allir arbeiðsgevarar rindaðu rokningarnar til tíðina, so var eingin orsøk at hava eitt høgt avgreiðslugjald.