Innrásin úr Klaksvík og í Gundadal verður stór

KÍ viðhaldsfólk í stórum tali fara seinnapartin í høvuðsstaðin at stuðla sínum monnum ímóti meistaraliðnum

Fýra dystir í fimtanda umfari í Effo-deildini eru á skránni seinnapartin. Fyrsti dysturin varð spældur í gjárkvøldið, tá ið NSÍ í stevnudystinum við Løkin vann 4-2 á grannunum í Víkingi.

Talan var um uppreisn av teimum stóru. Eitt er, at tað hevur ikki gingið so væl hjá NSÍ tær seinastu ferðirnar, og annað er tað, at tað leingi sá svart út. Víkingur var frammanfyri 2-0 eftir fyrra hálvleik, men so reisti NSÍ seg. Stríðsviljin var stórur, spælið fleyt væl, og Árni Frederiksberg og Klæmint A. Olsen vóru í hopla, tá ið teir við tveimum málum í part vendu øllum á høvdið, so NSÍ vann 4-2.

 

Úrslitið bar við sær, at KÍ seinnapartin hevur møguleika at økja um leiðsluna, sum er fýra stig. Um tað eydnast at fara úr Gundadali aftur við úrtøku verður leiðslan í hvussu so er fimm stig.

Á prátinum í Klaksvík og Norðoyggjum skilst, at að verður nógv blátt og hvítt í Gundadali seint seinnapartin ídag.

 

Fyrri dysturin í høvuðsstaðnum í dag verður á Argjum, har tað verður grannauppgerð millum AB og HB.

Uppflytararnir B68 og Skála hittast seinnapartin á Svangaskarði, og TB er á veg til Fuglafirðar.

 

ÍF-TB: Rúni Gaardbo kl. 15.00

B68-Skála: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

B36-KÍ: Lars Müller kl. 17.15

AB-HB: Valdimar Pálsson úr Íslandi kl. 15.00

Í gjár

NSÍ-Víkingur 4-2 (0-2)

0-1: Hans Pauli Samuelsen 1.

0-2: Hans Pauli Samuelsen 40.

1-2: Árni Frederiksberg 56.

2-2: Klæmint A. Olsen br 65.

3-2: Klæmint A. Olsen 75.

4-2: Árni Frederksberg 79.

Dómari: Alex Troleis

NSÍ: Símun Rógvi Hansen - Johan Jacobsen, Jens Joensen, Per Langgaard, Monrad Holm Jakobsen - Høgni Madsen, Nikolaj Køhlert (Magnus H. Olsen, 82.), Pól Jóhannus Justinussen - Árni Frederiksberg (Petur Knudsen, 90.), Klæmint A. Olsen, Jonleif Højgaard (Jann Martin Mortensen, 63.)

Gult kort: Per Langgaard, Jens Joensen, Magnus H. Olsen

Venjari: Anders Gerber

Víkingur: Geza Turi - Bárður J. Hansen (Gunnar Vatnhamar, 61.), Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Jákup Vatnhamar Olsen - Sølvi Vatnhamar (Magnus Jarnskor, 61.), Heðin Hansen, Gert Hansen - Philip Djordjevic, Finnur Justinussen, Hans Pauli Samuelsen (Andreas Lava Olsen, 81.)

Gult kort: Magnus Jarnskor, Heðin Hansen, Atli Gregersen

Venjari: Sámal Erik Hentze

 

Støðan

KÍ 32

Víkingur 28

NSÍ 27

B36 26

ÍF 21

HB 19

TB 13

Skála 13

AB 9

B68 6

NSÍ og Víkingur hava spælt fimtan dystir, og hini liðini hava spælt fjúrtan dystir.