Jólabússurnar hjá Frelsunarherinum eru nú settar í handlarnar.
Tann, sum leggur pening í hesar bússur, er við til at hjálpa Frelsunarherinum við sínum vælgerðararbeiði.
1. apríl í ár opnaði Frelsunarherurin herberg í Niels Winthersgøtu 3. Hetta er eitt tilboð um suppu, song og morgunmat.
Frá apríl til november hava verið 613 yvirnáttingar, bæði menn og kvinnur hava nýtt hendan møguleikan. Umframt hesi hava mong onnur verið og vitja, onkur fyri at fáa eina máltíð, meðan onnur hava haft fyri neyðini at samtala um persónlig viðurskifti.
Skal hetta arbeiði halda áfram, er neyðugt við stuðli.
Vit eru takksom fyri tað hjálp sum verður givin við at stuðla jólabússunum.
Møguleiki er eisini at geva eina gávu á konto 157.596.3 í Føroya Banka ella 126.498.4 í Føroya Sparikassa.