Innskiftari var í hopla

TB hevur í eina viku tapt tríggjar dystir við málmuninum 0-11

NSÍ vann í dag sigurin, sum tað var roknað við, at heimaliðið fór at vinna í góðveðrinum við Løkina í Runavík.

Úrslitið var 3-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Petur Knudsen var ikki millum teir fyrstu ellivu, men hann hevði longu í fyrra hálvleiki avgerandi leiklut.

Longu í fjórða minutti noyddist ungi álopsspælarin Jørgen Nielsen at fara av vøllinum. Tá hevði hann longu lagt NSÍ á odda. Tað var í fyrsta minutti eftir sending frá Klæmint A. Olsen.

Í hansara stað varð Petur Knudsen settur á vøllin, og hann takkaði fyri við at skora tvey mál í fyrra hálvleiki.

Tað fyrra skoraði hann, tá ið tað restaðu seks minuttir av fyrra hálvleiki. Tað var eftir innlegg frá Mikkel Elbæk Jakobsen.

Tað seinna málið skoraði Petur Knudsen við beinleiðis frísparki, tá ið tað restaðu tveir minuttir av fyrra hálvleiki.

Í seinna hálvleiki hevði NSÍ eina rúgvu av góðum málmøguleikum, men tað eydnaðist ikki Peturi Knudsen og Klæminti A. Olsen at umseta møguleikarnar til mál.

Í dag hevði Karl Øster ábyrgdina av TB, og Ken Fagerberg var hjálparvenjari. Tað er øgiliga tungt hjá teimum báðum og spælarunum. Í eina viku hevur TB tapt tríggjar dystir við tilsaman 0-11 – 0-4 ímóti HB og 0-4 ímóti B36 á heimavølli og í dag 3-0 á útivølli ímóti NSÍ.

NSÍ hevur 16 stig, meðan TB framvegis bara hevur stigið, sum liðið vann í 2-2 janvleikinum á Svangaskarði ímóti B68 í fjórða umfari.