Innstillingingin klár í hesi vikuni

Samlaða út? og umbyggingin av Sjómansskúlanum kemur at liggja um einar 16 mió. kr., og skúlin verður útbygdur við 860 fermetrum

Tað verður ein arbeiðstakari, sum kemur at fáa stóru arbeiðstøkuna til innloking og uppbygging av Sjómansskúlanum nú farast skal undir at nútímansgera skúlan, og talan verður so um smámeistarar at taka sær av undirarbeiðstøkum viðvíkjandi liðugtgerð av teim ymisku innandura arbeiðunum í sambandi við út? og umbyggingina av Sjómansskúlanum.

Sjómansskúlin verður útbygdur við 860 fermetrum, men tað samlaða arealið sum kemur at fáa eina bøtandi hond á ymsikan hátt er 1200 fermetrar. Og metti kostnaðurin liggur um einar 16 mió. kr. og arbeiðið skal verða liðugt fyrra helvt í ár 2000.


Landsstýrið fylgir helst innstillingini

Í hesi vikuni verður klárt at stilla inn og skal landsstýrið so taka endaligu støðu til tilboðini, og sambært Sp/f ARKSAM v/ Suna Dalsgaard, arkitekti, verður tað helst talan um at taka av teim bíligastu tilboðunum. Tað komu ikki so nógv tilboð inn sum roknast kundi við, men nóg mikið til at farast kann undir arbeiðið nú.

Ein av spurningunum í sambandi við hesa út? og umbygging hevur verið, um Sjómansskúlin nú fór at fáa egna kantinu ella ikki. Í útbyggingini er stórt høli, har næmingarnir kunnu eta, men i fyrstu atløgu verður ikki kantina á Sjómansskúlanum, sigur Dánjal Jóhan Poulsen, stjóri á skúlanum.


Fundarhøli eisini

Hetta høli skal so eisini brúkast til royndir og fundir av ymiskum slagi, og har verður kaffi at fáa, men ikki døgurðamatur.

Næmingarnir á sjómansskúlanum sum í mong ár hava etið á Læraraskúlanum, koma so framvegis at hava tann møguleikan, men hin kemur so eisini at standa opin, at bíleggja mat aðrastaðni frá og eta hann á sjómansskúlanum, tá arbeiðið verður liðugt í ár 2000.