Næstan allar kommunurnar í landinum hava fingið meiri inn í skatti higartil í ár enn tær fingu í sama tíðarskeiði í fjør.
Kortini eru nakrar kommunur, sum hava fingið minni inntøkur av kommunuskatti, men í øllum førum er talan um smáar, ella í hvussu so er smærri, kommunur. Tilsamans eru 29 kommunur í landinum og av teimum hava níggju kommunur fingið minni inn í skatti. Men tað er merkisvert, at av teimum eru tær sjey í suðurøkinum.
Allar fýra kommunurnar í Sandoy hava fingið minni inn í skatti, og hjá tveimum av teimum, Skopun og Húsavík, er talan um trivaliga afturgongd, tí har er afturgongdin nevniliga átta – níggju prosent.
Í Skopun hava tey fingið 8,4 milliónir inn í skatti higartil í ár, og tað er 700.000 krónur minni enn í sama tíðarskeiði í fjør. Í Húsavík hevur inntøkan verið 1,8 millión higartil í ár og tað er ein minking upp á 174.000 krónur.
Hjá hinum báðum kommununum, Sands og Skálavíkar, er talan um minni afturgongd upp á eitt gott prosent og góð trý prosent. Inntøkan á Sandi hevur verið 8,5 milliónir higartil í ár og tað eru 133.00 krónur minni enn í fjør, og í Skálavík hava tey fingið 2,9 milliónir inn í kommunuskatti higartil í ár og tað eru 93.000 krónur minni enn í fjør.
Í Skúgvoy hava tey fingið 616.000 krónur inn í kommunuskatti og tað eru 8,6 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Tvær kommunur í Suðuroy hava fingið minni inn í skatti. Í Hovi er afturgongdin 7,87 prosent, tí har hava tey fingið góðar 1,6 milliónir inn í skatti higartil og tað eru 140.700 krónur minni enn í fjør. Sama støðan er í Sumba har tey hava fingið 5,4 milliónir inn í skatti og tað eru 183.000 krónur minni enn í sama tíðarskeiði í fjør, ella 3,29 prosent minni.
Hinar báðar kommunurnar, sum hava fingið minni inn í skatti, eru báðar í Norðoyggjum. Í Fugloy hava tey fingið 1,1 millión inn í skatti og tað eru 314.000 krónur minni enn í fjør. Tað er ein stór afturgongd hjá eini so lítlari kommunu, tí afturgongdin er heili 22,19 prosent, og tað er eisini nógv størsta afturgongdin hjá nakrari kommunu.
Í Hvannasundi hava tey fingið 7,9 milliónir inn í skatti, og tað eru 500.000 krónur, ella 5,73 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør.