Inntøkurnar vaksa nógv í Klaksvík

Skatturin hjá Klaksvíkar kommunu var í november 12,68 prosent hægri enn í fjør

Klaksvíkingar tjentu væl meiri pengar í november, enn teir vunnu sama mánað í fjør.

Tað sæst aftur í skattatølunum. Fyribilsuppgerðin vísir, at skattainntøkan var 1,88 milliónir hægri í síðsta mánað, enn hon var sama mánað í fjør. Í ár var inntøkan 16,7 milliónir, og í fjør var hon 14,8 milliónir. Lutfalsligi vøksturin í november var 12,68 prosent.

 

Vøksturin í Klaksvíkar kommunu í november var væl størri, enn hann er tilsaman ellivu teir fyrstu mánaðirnar í ár. Frá januar og til november er lutfalsligi vøksturin 4,37 prosent ella 6,75 milliónir krónur.

Í oktober royndist skattainntøkan ikki so væl í Klaksvík. Tá var inntøkan 2,37 prosent ella 217 túsund krónur lægri, enn hon var sama mánað í fjør. Einasti mánaðin higartil í ár, tá ið inntøkan var lutfalsliga upp aftur hægri, enn hon var sama mánað í fjør, var í februar, tá ið vøksturin var 12,9 prosent.