Inntøkurnar verða 30,5 milliónir krónur hægri

Innøkurnar hjá landskassanum fara at verða 30,5 milliónir hægri næsta ár, enn Fíggjarmálaráðið annars hevur mett.

 

Tað vísir tann nýggjasta metingin fyri gongdin næsta ár. Nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár, hevur Fíggjarmálaráðið upprunaliga mett, at avlopið fór at verða 403,1 millió næsta ár. Men tær nýggjastu metingarnar siga, at avlopið verður 30,1 millión hægri, sigur Fíggjarmálaráðið.

 

Inntøkan av vanligum skatti fer at verða 72 milliónir hægri, og fer at verða 1.615 milliónir og inntøkurnar av partafelagsskattinum fer at verða fimm milliónir hægri, og fer at verða 355 milliónir.

 

Punktgjøldini verða níggju milliónir hægri, og verða sostatt 204 milliónir, og avgjaldið av brenniolju fer at verða fimm milliónir hægri og fer at vera 76 milliónir

 

Hinvegin eru tað eisini nakrar inntøkur, sum ikki fara at halda. Inntøkan av mvg fer at verða 45 milliónir lægri enn mett, og fara at verða 1.586 milliónir og inntøkurnar av skrásetingargjaldi fyri bilar fer at lækka 15 milliónir, og fer sostatt at vera 175 milliónir krónur.