Á bygdaráðsfundi í Nes kommunu mánakvøldið varð ársoknskapurin fyri 2013 til viðgerðar og samtyktur. Staðfest varð, at inntøkan fyri 2013 samsvaraði við løgdu ætlanina.
Nettoskattainntøkan hjá Nes kommunu í 2013 var á 33,3 miljónir krónur, sum er 1,0 miljónir krónur lægri enn nettoskattainntøkan í 2012.
- Í fíggjarætlanini fyri 2013 varð roknað við eini nettoskattainntøku á 33,3 miljónir krónur. Sostatt gjørdist inntøkan fyri 2013 júst sum mett í fíggjarætlanini.
Tað sigur Nes kommuna.
- Av staðfestu skattainntøkunum á 33,3 miljónir krónur, stava 33,0 miljónir krónur frá persónskatti, 775.000 krónur frá partafelagsskatti, 541.000 krónur frá kapitaleftirløn, meðan mótroknað er fyri 1,1 miljónir krónur í rentustuðli og húsaleiguskatti, sigur kommunan.