Ráðgevingarstova
Annar er prestur, hin pedagogur. Báðir vóru teir við til at stovna felagið, Kris. Teir vóru aktivir í felagnum øll tey fyrstu árini, men við tíðini gjørdist byrðan ov stór og tíðarkrevjandi. Nú taka teir eina 4-árs terapi-útbúgving í Danmark, har teir læra at ráðgeva fólki, sum á ymiskan hátt hava verið fyri siðamisbroti. Ein stórur partur av útbúgvingini er sjálvlesnaður, og ætla teir báðir at verða lidnir við útbugvingina um nøkulunda somu tíð.
- Hetta er ein altjóða góðkend útbúgving, sum byggir á kristiligt grundstøði.
Ráðgevingarstova
Hans Eiler Hammer sigur, at saman við útbúgvingini krevst, at teir báðir veita ráðgeving eitt ávíst tímatal, meðan teir lesa.
- Vit fara tískil at skipa eina ráðgevingarstovu, sum tó ikki fer at hava eitt fast sæti. Í fyrsta lagi fara vit at læna hølir í Klaksvík og í Havn, har fólk kunnu fáa ráðgeving. Vit fara eisini at hava eitt telefonnummar, sum fólk kunnu ringja til.
Hans Eiler leggur dent á, at ráðgevingarstovan tekur ikki upp kappingina við felagið, Kris, men fer at verða supplerandi.
- Kris er eitt felag, sum verður stjórnað av eini landsnevnd. Ráðgevingarstovan hjá okkum verður privat og fer at veita persónliga ráðgeving og møguliga skipa fyri onkrum fyrilestrum og skeiðum.
Prestur sigur, at hann og Jógvan í eini 2-3 ár hava vegleitt, ráðgivið og stuðlað fólki og familjum teirra, sum hava verið fyri siðamisbroti.
- Hóast vit ikki hava lýst við, at vit ráðgeva, fáa vit nógvar fyrispurningar um hesi viðurskifti ? eisini frá fólki, vit ikki hava tosað við áður um slíkt.
Lænt hølir
Hans Eiler sigur, at fólk, sum halda seg hava tørv á ráðgeving og vegleiðing, kunnu seta seg í samband við ráðgevingarstovuna, tá ið hendan er sett á stovn.
- Vit fara at lýsa við hesi tænastu, tá ið alt er komið uppá pláss, og vit eru til reiðar at fara í gongd, sigur presturin.
Hann vísir á, at stovan fer ikki av sær sjálvari at skipa fyri teimum nógvu fyrilestrunum og skeiðunum, men fólk eru vælkomin at koma við góðum hugskotum.
- Í fyrst lagi fara vit at leggja dent á persónliga viðtalu, sigur Hans Eiler.
Jógvan Mortensen, sum fer at taka sær av ráðgevingarstovuni saman við Hans Eileri, hevur arbeitt nógv við menningartarnaðum børnum, og í sínum arbeiði sum pedagogur er hann eisini nógv knýttur at barnaverndini í Klaksvíkar kommunu.
10% av fólkinum
Hans Eiler sigur, at leystliga verður mett, at í minsta lagi 10% av fólkatalinum á ein ella annan hátt hava verið rakt av siðamisbroti.
- Tað tekur oftast langa tíð, áðrenn fólk siga sína søgu um siðamisbrot. Ikki er óvanligt, at hetta hendir um 20-25 ára aldur, tá ið tey, sum hava verið rakt, sjálvi eru farin at byggja upp eina familju. Tá stinga ofta trupulleikar seg upp, og fólk fara at spyrja seg sjálvi, hvat hetta, tey vóru úti fyri, var fyri nakað.
Hans Eiler Hammer sigur at enda, at tað ofta er ótti fyri ti, sum fer at henda, ið heldur fólki aftur - ella sum ger, at tey bíða sum longst við at siga nakað um tað, ið fram er farið, meðan tey enn vóru børn.