Bitland verkætlanin fór av bakkastokki fríggjadagin seinnapart. Ætlanin við hesari verkætlan er at vita. um Føroyar kunnu gerast ein nýskapandi fyrimynd í gagnnýtslu av tøkni.
Fyrsta ráðstevnan ella Bittingið verður fríggjadagin, og tað er TK-stovan, sum skipar fyri.
Intel á gáttini
Micheal Reveal, sum tekur sær av altjóða samskiftinum í verkætlanini, setti seg í samband við risastóru fyritøkuna Intel í USA. Hann kom í samband við sjálvan varastjóran í hesi fyritøku, sum eitur Sean Maloney.
Serliga er tað tráðleysa WiFi skipanin, sum er áhugaverd. Tann skipanin hevur verið roynd úti í Svínoy í eina tíð. Trupulleikin við WiFi skipanini er, at frástøða er ein forðing fyri at nýta WiFi.
Intel, sum er heimsins størsti framleiðari av prosessarum, hevur víst stóran áhuga í Bitland verkætlanini. Varastjórin í Intel heldur, at tað er sera áhugavert, at eitt heilt land fer undir eitt tílíkt átak, og teir fylgja væl við, hvussu verkætlanin gongur.
? Intel er áhugað í at fylgja gongdini í Føroyum, hóast teir enn einki hava sett í verk her á landi. Fyritøkan er serliga áhugað í at kanna, hvussu WiFi kann nýtast innan fiskivinnuna, sigur Micheal Reveal, sum setti gongd í alt maskinaríið.
Micheal Reveal sigur, at Intel hevur sett gongd í eina verkætlan í Spania, har milliónabýurin Zamora hevur fingið internetsamband yvir WiFi. T.v.s. at allir íbúgvarnir hava tráðleyst internet samband. Okkurt tílíkt kundi verið sett í verk í Føroyum.
Bert byrjanin
Enn eru bert 650.000 krónur settar í hesa verkætlanina. Hetta er tó bert byrjanin, og um alt gongur eftir ætlan, verður næsta ráðstevnan seinni í ár.
Í verkætlanarbólkinum eru Steinbjørn í Dali, verkætlanarleiðari, Ólavur Ellefsen, tøkniligur ráðgevi og Micheal Paul Reveal, ið tekur sær av altjóða samskifti.
Verkætlanin er fíggjarliga stuðlað av Sparikassagrunninum, ENI, Føroyar Tele, Atlantic Airways, og harafturat veita KT-felagið og TK-stovan stuðul á annan hátt.