Mánadagin vóru liðin trý ár síðani, at Sosialurin fór undir at leggja blaðið - alt sum tað er - út á internetið, so til bar hjá fólki kring heimin allan at lesa tey tíðindi, ið prentað vóru í blaðnum, áðrenn blaðið var á gøtuni í Havn.
Fólk hava tikið væl ímóti hesi skipan, sum í dag er ein náttúrligur partur av arbeiðinum hjá blaðfólkunum.
Men slíkar heimasíður krevja støðugar broytingar og menning. 'Tað er við tí fyri eyga, at vit á trý ára degnum valdu at taka nýggju skipanina í nýtslu.
Tað var í 1996, at Sosialurin fór undir fyrstu royndirnar við internetblaðnum. Tá var tað í samstarvi við Faroenews við Óla Olsen, sum í dag er stjóri í KT-fyritøkuni VIT. Tá var blaðið dagført á leið eina ferð um vikuna, men hetta vóru lesarar kring heimin sjálvandi sera ónøgdir við. Men internetið var nýtt í Føroyum tá, og tí var hetta arbeiðið rættuliga at bróta upp úr nýggjum, tí fáir føroyingar høvdu tá atgongd til internetið - og tíansheldur kendu til tað.
Á vári í 1997 varð farið undir fyrstu royndirnar at leggja Sosialin út á netið dagliga. Hesar royndir eydnaðust so væl, at Sosialurin í samstarvi við Faroenet tann 4. september fór undir regluliga at dagføra blaðið - í fyrstu syftu sum sum eina royndarskipan.
Í november í 1997 varð InternetSosialurin alment tikin í nýtslu, tá Sámal Petur í Grund, táverandi landsstýrismaður í samskiftismálum, trýsti á knøttin, sum dagførdi blaðið.
Síðani 1997 eru útvið 24.000 greinar lagdar út á netið í 914 útgávum. Allar hesar greinar eru tøkar í dátugrunninum, og ber til hjá fólki at leita upp á orð í øllum hesum greinum. Tó skal viðmerkjast, at allar tænasturnar ikki verða virknar fyrstu dagarnar, meðan umleggingin fer fram, men tá vikan er farin at halla, skuldi alt verið í lagi aftur.
Sum fjølmiðil hevur internetið broytt munandi um arbeiðið hjá blaðfólki. Eitt er, at teldupostur og digitalar myndir hava gjørt, at til ber at skriva og lýsa hendingar við myndum nærum beinanvegin, tær eru farnar fram. Annað er, at nú ber til hjá bløðunum at kappast við loftmiðlarnar um tíðindi eftir prentbyrjan. Á henda hátt kunnu vit sum blað altíð verða fyrst við tí síðsta.
Annað endamál við InternetSosialinum er at gera tað lættari hjá lesarum at lesa og finna fram greinar. Størri dentur verður í framtíðini lagdur á at dagføra síðuna við tíðindum gjøgnum dagin. - og í sambandi við at Sosialurin tann 3. oktober kemur út í heilt nýggjum sniði, er nýggja búmerkið hjá blaðnum brúkt í internetútgávuni.