Konsert
Meinhard Jensen
Van »The Man« Morrison.
Van Morrison er føddur í Norður Írlandi í 1945 og býr í Belfast. Hann byrjaði tíðliga at spæla guitar og syngja, og stovnaði sín egna bólk, Sputnik, sum teenage?ari. Hann gav nakrar plátur út saman við bólkinum Them í 60unum, men fór solo í 1967. Í 1968 gav hann sína fyrstu soloplátu, Astral Weeks, út. Lagið The Way Young Lovers Do er av tí plátuni.
Síðan tá hevur hann næstan givið eina plátu út um árið, so tað verður helst eini tretivu tilsamans. Millum tey kendastu løgini eru Have I Told You Lately That I Love You og Brown Eyed Girl. Og Gloria, sjálvandi. Tað finnast tvær frálíkar »best of« fløgur, sum umboða tónleikin rættiliga væl.
Tað finst ein góð scena í einum einstandandi filmi, sum eitur Beautiful Girls, við m.a. Uma Thurman. Har reksar hon upp tær vakrastu løturnar í gerandisdegnum. »Sunday morning papers. Ice cold Martinis. Listening to Van Morrison.« Hann er eisini góður.
Tónleikurin hjá Van Morrison kann býtast í tveir partar. Tað er tann droymandi ella sveimandi og »laid back« parturin, sum eisini er jam-kendur til tíðir. Drúgvar solopassagur frá guitara, klaveri, orgli, blásarum, munnharpu osfr. Og á hinari síðuni er tað ein up-beat meira beint fram Van Morrison. Tá er tað ofta rhythm and blues ella rock and roll í tí lívligara endanum. Plátan Skiffle Sessions frá 2000 er merkt av tí, og kanska enn meiri nýggja fløgan, sum hann hevur gjørt saman við systur Jerry Lee Lewis, Linda Gail Lewis. Hon eitur You Win Again og er eitt savn av gomlum rock and roll, rhythm and blues og country løgum hjá m.a. Hank Williams og John Lee Hooker. Linda Gayle Lewis syngur fyri ein stóran part við røddini hjá teimum klassisku country damunum, men hon sýndi eisini aðrar dygdir á konsertini hóskvøldið.
Mær dámar betur tann partin av Van Morrison, sum leitar í dýpdirnar og ikki loypir á fólk, eitt nú sangir sum Hymns to the Silence, The Healing Game, Sometimes I feel Like a Motherless Child osfr. Men eisini orkuna, hann legði í røddina í gomlum døgum. So sum It?s All Over Now, Baby Blue og Gloria. Tann kraftin er eisini ofta at síggja enn.
Tá Hymns to the Silence kom út í 1991, lá hon leingi á hillunum í Føroyum. Hon endaði á útsølu fyri bara 99,- krónur. Seinastu tíggju árini eru føroyingar helst farin at lurta meiri eftir Van Morrison, og ein fløga sleppur ikki at liggja so leingi. Tað kann hugsast at vera tí, at føroyingar hava gott álit á írskum tónleiki, takkað verið m.o. U2 og Cranberries. Kanska eru vit í slekt við írar. Tað eru gamlar søgur, sum vilja vera við tað.
Systir mín, Mirjam, møtti einaferð Van Morrison og hansara fólki í Nice í Fraklandi. Hann var ikki lættur at tosa við, men hon fekk tað burtur úr, at teir høvdu tosað um at koma til Føroya. Kanska hann eigur ein dreym um at koma henda vegin. Eg havi lisið í eini samrøðu við Van Morrison, at hann heldur okkurt poetiskt liggja í orðinum Faroes. Hann kendi tað frá veðurtíðindunum fyrr í tíðini. Tað besta og mest poetiska hjá írska Nobel virðislønta yrkjaranum Seamus Heaney sammetti hann við at hoyra um Føroyar í veðurtíðindunum.
Hinar konsertirnar
Eg havi verið á Van Morrison konsert tvær ferðir fyrr, í Århus 1996 og Keypmannahavn 2000. Fyrra konsertin var heilt einastandandi. Tá var fløgan Days Like This nýggj. Hon er bæði meditativ og laid back, og tekstirnir eru poetiskir. Hann spældi umleið helvtina av henni tá, og helst hevur hann havt eitt gott kvøld, tí hann var á palli tríggjar tímar. Tað var sum at vera til veitslu, og hann borðreiddi við øllum góðum. Hymns to the Silence (1991) var ein opinbering. Konsertin leið ímóti endanum, og Van Morrison var á veg út. Hann hevði sovorðið tak á løtuni, at hann sang uttan mikrofon fyri trítúsund fólkum, »can you feel the silence«? og tað kendist, sum tað fylti hølið við tónleiki.
Systkinabarnið Petur og systirin Mirjam vóru við tá, og vit vóru rættiliga samd um, at Van Morrison hevði ruddað slóð fyri nýggjum hæddum í tónleikinum okkara vegna. So kanska tað ikki bar til at gerast annað enn skuffaður í KB høllini í mei í fjør. Men tað var ikki eitt skuffilsi, tí Van Morrison er altíð gó?ur. Men tá var Skiffle Sessions fløgan nýggj, og hann spældi nógv rock and roll og shuffle og tað slagið. Tað er gott, men ikki tað, sum mongum dámar so væl Van Morrison tónleik fyri. Sjey korter er eisini ov stutt. Men, gakk vekk, tað var gott! Hann spældi The Healing Game og Mule Skinner Blues. Tað kundi verið alt kvøldið vert. Tí tá Van Morrison er heilt góður, tá er hann so einastandandi góður.
Aftur á konsert
Eg fór á konsert í Falconér Høllini herfyri, uttan at rokna við nøkrum, tí eg hevði skilt, at tú aldri veitst, hvat tú fært, tá tú fert á Van Morrison konsert. Tað kann vera so gott og betri, sum tað var í Århus á sinni, og tað kann vera verri, enn tað var í Keypmannahavn í fjør. Eg roknaði ikki við tí nógva, tí nýggja fløgan er ikki tað slagið av Van Morrison, mær dámar. Men í flogfarinum las eg Jyllandsposten, og har fekk eg at vita, at hann kann vera góður fyri tað.
Tá vit komu til Frederiksberg hetta hóskvøldið, helt eg, at vit vóru vilst, so vit settust inn í ein taxabil og bóðu hann koyra okkum til Falkoner høllina. »Men den er lige dér!« fingu vit at vita, so tað gekk betur enn hildið. Umstøðurnar vóru rímiliga fancy, tí vit bíðaðu í forhøllini í einum fínum hotelli. Hilton, haldi eg. Fólkið var fyri tað mesta pør í 50unum, akademikarar og gamlir teenage?arar. Miðalaldurin sá út til at vera oman fyri 40. Eg sá ein smádrong og eina trettan ára gamla gentu. Helst tvey neyðardýr, sum skuldu indoktrinerast av foreldrunum. Kanska teimum dámdi tað.
Konsertin sjálv byrjaði sum tann í KB høllini í fjør, og tá tulkaði eg tað sum eitt ringt tekin. Tónleikararnir, The Red Hot Pokers, komu út og spældu tvey løg, helst fyri at hita upp. Til triðja lagið kom Linda Gail Lewis á pallin, settist við flyglið og spældi sum ein dreymur. Hon hevði country tónan í røddini, men sang sum ein fuglur. Hon spældi trý løg, har ímillum Shake, Rattle and Roll, sum er ein rock and roll slagari frá 50árunum, og so spældi hon eisini The Dark End of the Street, sum riggaði væl. Linda Gail Lewis var góð, men at hon spælir eitt rock and roll lag frá 50unum og er kend fyri at vera systir Jerry Lee Lewis, og spælir eitt sindur sum hann, kann tykjast eitt sindur óinspirerað. Men alt ljóðaði væl, og øll spældu einastandandi.
Tá hetta fyrsta korterið var farið, kom Van Morrison so út á pallin. Tey fóru beint í tað og spældu A Shot of Rhythm and Blues av nýggju fløguni. Har var meira orka í enn studioupptøkan sýndi. Og tað gingu ikki nógv sekund, áðrenn tónleikurin átti høllina. Vit vóru fleiri, sum vónaðu, at up-beat tempoið ikki fór at stýra øllum, og vit fingu skjótt svar. Hann fór beint yvir til Englightenment, sum er eitt av teimum kendu løgunum. »Every second, every minute/It changes to something different/Enlightenment, don?t know what it is.« Van Morrison hevur roynt ymisk sløg av upplýsing, og tað er bara at vóna, at sálin einaferð fær hvíld. Men á pallinum er hann tónleikari; ikki filosoffur.
Eg royndi at grunda á tónleikin, fyri ikki at missa hann. Tað er so skjótt, at tónleikurin hvørvur, um tú hugsar ov nógv um tað á eini konsert. Tí áðrenn tú veitst av tí, er løtan farin. Og tað eydnaðist at fáa samband við tónleikin. Næsti sangur var Into the Mystic (1970), sum er ein Van Morrison slagsangur. Teksturin er ein romantisk yrking um náttúruna og okkum, um at renna saman, um gamlar tíðir og um mjørkan og at fara into the mystic. Men tað mystiska hjá Van Morrison er her í yrkingini, í sanginum og í kærleikanum. Eg haldi ikki, at tað fer longri enn tað. Tað snýr seg um at verða rørdur av tónleikinum.
Næstu sangirnir vóru Fire in the Belly (1997), Outskirts of Town (Frá Skiffle Sessions), Cleaning Windows (1976) og Raincheck (1996). Hetta uppbygdi dámin í salinum, og fólk gjørdust meira tigandi og sóu út til at liva meir við. Og tað sama merktist á tónleikarunum. Teir skiftust um í so at siga øllum sangunum at spæla soloir. Tríggir blásarar, sum spældu saxofonir, trompetir og klarinettir. Van Morrison og guitarspælarin skiftust at spæla munnharpu, og Van Morrison tók onkuntíð kassaguitaran í hondina. Tá var tað, sum alt annað tagnaði, og hesir hvøssu tónarnir køvdu alt. Tú merkti, at blues tónleikurin var á veg inn á pallin. It Once Was My Life var í tráð við undanfarnu løgini. Tekstirnir vóru farnir frá tí meditativa til at vera um støðuna hjá einstaklinginum í fjøldini; tann sum berjist fyri at sleppa at liva sjálvur, uttan at skula svara fyri hini. Tað kann tykjast barnsligt, at ein so gamal maður er so eymur um seg sjálvan, men hann um tað. Á pallinum er hann ein arbeiðsmaður. Hann stendur langt har frammi, í svørtum jakka, svørtum hatti og sólbrillum. Hann vendir sær henda og handa veg, og tað er týðiligt, at hann roynir at fáa tað at hanga saman. Og nú sær tað út til at ganga heilt væl.
Tá Once Was My Life var liðugur, tamdist tónleikurin, og teir fóru yvir til heilt stilla lagið One Irish Rover. Hesa løtuna varð ikki nógv sagt inni í salinum. Guitarin hoyrdist næstan ikki, og ein blásari blásti varisliga í eina dempaða trompet. Eg haldi, at eitt hæddarpunkt á konsertini var tvørfloytusoloin í hesum lagnum. Niðast í øllum var klaverið, og røddin hjá Van Morrison var sum ein bátur á havinum, við motorinum sløktum.
Nú var høllin elektrisk. Vit sóu teir tingast um, hvat skuldi henda. Eg haldi, at fleiri høvdu verið nøgd sum var. Tað hevði verið so gott. Men við eitt fór guitarin at grenja, í úti við hálvan minutt stóð guitarleikarin og togaði í niðasta streingin, og nú var tíðin komin til blues. Ikki veit eg, hvat lag tað var, men tey sungu upp í saman, »Night and day, Night and day.« Her vóru fleiri munnharpusoloir, við og uttan mikrofon og overdrive, og tað ljóðaði, sum klaverið og guitarin og røddirnar fóru at spreingja høllina. Ímeðan undirbygdu trummur og bassur og blásarar við eini fastari og tungari bluesrútmu. Eg hevði forsvorið, at Van Morrison skuldi megna sovorðnan blues. At Van Morrison var nøgdur, var týðiligt. Hann fór enntá at tosa í mikrofonina, og tað, havi eg skilt, er sjáldsamt. So serur er hann. Hann segði, hvussu gott tey høvdu havt tað.
Nú hevði eg kunnað farið heim at lagt meg, men tað var her, kreftirnar komu. Møðin var farin úr likaminum, og tað var fínt við meira tónleiki. Hann helt áfram við Why Must I Always Explain (1991) og fór síðani til ein sing-along hjá Woody Guthrie, amerikonsku fólkasangarahetjuni frá gomlum døgum: »It?s a hard road, dead or alive?«
Nú slapp Linda Gail Lewis eisini at vísa seg sum soul sangarinnu, við sterkum jazz-dámi, tí nú var tað My Funny Valentine. Tey sungu eina vakra duett bæði. Nú vóru tey komin víða í tónleikaspektrinum, og eg roknaði við, at tað fór at enda. Eg ætlaði ikki at vera skuffaður, um vit ikki sluppu at hoyra antin eitt Dylan lag, hann plagar at spæla, ella kanska Have I Told You Lately that I Love You. Og so mutlaði hann okkurt í mikrofonina, »bla, bla, bla, Ray Charles, bla, bla, bla, Bob Dylan song,« og guitarin spældið riffið frá It?s All Over Now, Baby Blue. Eg kendi bara versiónina, hann sang saman við bólkinum Them í 1966, so tað fór ikki at vera tann sama ungdómsmegin, sum hann hevði sum 21 ára gamal. Sum við øllum øðrum, so ber ikki til at siga, hvussu tað upplivdist at hoyra hetta lagið. Aftaná konsertina missir upplivingin bitið. Men skal hesin sangurin eisini ummælast, so má eg siga, at eg gjørdist paff aftur, og nú hevði mist talið á, hvussu ofta er var vorðin paff í tveir tímar.
Næsta lagið, Money (That?s What I Want), hoyrdi eg ikki, tí oyruni rúmaðu ikki meir. Og ljósini tendraðu, og vit fóru út í regnið.
?
Á veg út frá konsertini spurdi eg gøtugentuna, eg fylgdist við, um teir høvdu blivið nummar tvey til Prix Føroyar á Strondum. »Tað er ræðuligt, teir høvdu knúst alt sundur,« svaraði hon. Tað regnaði, men vit hugsaðu ikki so nógv um tað. Eg hevði ikki sovið hálvtannað samdøgur og hevði fepur, men tað hevði eg gloymt.