IPICO fyri fyrstu ferð í Føroyum

Á ólavsøku fer Bragdið á fyrsta sinni at brúka nýggja skipan, sum neyvt mátar tíðina, tá runnið verður.

 

- Samstarvsfelagar okkara úti í heimi, millum annað London Marathon, hava við góðum úrslitum brúkt hesa somu skipan, sum vit nú fara at royna í Havn á ólavsøku í ár, sigur Fríðrikur Bláhamar, formaður í Bragdinum.

 

Skipanin, sum kallast IPICO, verður fyrstu ferð brúkt í Føroyum tá ólavsøkurenningin byrjar við Lützens Timburhandil á Skálatrøð í Havn fríggjadagin 27. juli kl 18:00.

Bragdið, sum er stovað í 1947, skipar fyri nógvum rennikappingum árið í kring. Øll kunnu verða við í ólavsøkurenningini, sum er 5 km til longdar. Tey, sum renna, skulu tekna seg fyri kl 22:00 í kvøld á www.renn.fo

 

Bragdið skipar eisini fyri Tórshavnar Marathon, sum í ár er komið við í stóru bókina World’s Ultimate Running Races, har 500 kappingar í 101 londum verða lýstar. Bókin fæst eisini sum app til iPone og aðrar telefonir.