Iranski forsetin, Masoud Pezeshkian, sigur sambært Reuters, at tá ovasti leiðari landsins, forbjóðar kjarnorkuvápnum, merkir tað, at Iran fer ikki at menna kjarnorkuvápn.
USA hevur fleiri ferðir seinastu dagarnar skuldsett Iran fyri at vilja og royna at endurbyggja kjarnorkuverkætlanina, sum varð oyðiløgd í amerikanska álopinum á Iran síðsta summar.
Yvir eina longri tíð hevur støðan millum Iran og USA verið rættiliga spent, og USA hevur sent stór herskipafylgi til leiðirnar við Persaraflógvan.
Í dag skulu sendifólk úr Iran og USA ætlandi hittast til nýggjar samrøður í Genéve í Sveis.
Sambært amerikanska uttanríkisráðharranum, Marco Rubio, fara hesar samrøður í høvuðsheitum at snúgva seg um iransku kjarnorkuskránna.










