Ísraelski herurin (IDF) sigur í kvøld, at Iran hevur sent rakettir eftir Ísrael.
Hetta veit tíðindastovan, AFP, at siga.
Ísraelska ávísin Haaretz skrivar, at sambært heilsustarvsfólkum í Ísrael hevur eitt fólk latið lív, og tvey eru løstað.
Tíðindafólk hjá AFP í Jerusalem vita at siga, at ávaringarlúðrar hava ljóðað um allan býin.
IDF váttar, at loftverjan í økinum er aktiverað og roynir at beina burtur iransku hóttanina.
Iranska álopið kemur bara tímar eftir, at ísraelski herurin hevur lopið á iranskar kjarnorku-og ídnaðarstøðir.











