Iranska tjóðartingið hevur samtykt, at landið skal steingja Hormussundið.
Tað veit iranska sjónvarpsrásin, PressTV, at siga í dag.
Men, sjálvt um tjóðartingið hevur samtykt steinging, er avgerðin ikki endalig.
Tað er nationala trygdarráðið í landinum, sum tekur endaligu avgerðina.
Hormussundið er smali siglingargeirin millum Iran og Oman, soleiðis sum viðhefta mynd vísir.
Hetta er ein av heimsins týdningarmestu siglingarleiðum til flutning av teirri orku, sum heimurin brúkar.
Hósdagin hótti ein limur í iranska trygdarráðnum við at steingja Hormussundið, sum svar upp á ísraelsku álopini.
Tað er norska kringvarpið - NRK - sum ber hesi tíðindi seinnapartin í dag.
##med2##