Iran hóttir við at steingja Hormussundið aftur

- Amerikanski stongsulin av iranskum havnum er brot á vápnahvíldina, sigur kelda, sum stendur iransku myndugleikunum nær

 

Amerikanski stongsulin av iranskum havnum er at skilja, sum brot á vápnahvíldina. Hetta sigur ein kelda, sum stendur iransku myndugleikunum nær.

 

- Amerikanski stongsulin kann merkja, at Iran fer at steingja Hormussundið aftur, veit iranska tíðindastovan, Fars, at siga.

 

Sagt verður, at Fars-tíðindastovan hevur tætt tilknýti til iransku kollveltingarhirðuna. Hesar útsagnir úr Iran er beint tað øvuta av tí, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, segði fyrr í dag.

 

Donald Trump segði nevniliga, at Iran hevur lovað ongantíð at steingja Hormussundið aftur fyri skipaferðslu.

 

Í dag skrivaði iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, at Hormussundið nú er latið upp fyri allari vinnuligari skipaferðslu. Hetta skrivaði hann á sosiala miðlinum X, og her segði hann, at Hormussundið er lýst opið í tráð við vápnahvíldina í Libanon. 

 

Ísrael og stjórnin í Libanon eru nevniliga samd um vápnahvíld, sum í fyrsta umfari skal vara í tíggju dagar. Týsdagin í síðstu viku samdust USA og Iran eisini um vápnahvíld í tvær vikur.

 

Ógreitt er tískil, hvørja av teimum báðum vápnahvíldunum Abbas Araghchi sipar til - antin tað er vápnahvíldin millum Iran og USA ella vápnahvíldin millum Ísrael og Libanon.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi