Iran skotið ómannað flogfør niður

Iransku myndugleikarnir kunngjørdu í dag, at landsins loftverja hevur skotið tvey ómannað flogfør niður. Sambært einum talsmanni vórðu flogførini skotin niður, meðan tey vóru á flogi uppi yvir Persaflógvanum.

Talsmaðurin, Amir Ali Hajizadeh, sigur, at hetta er ikki fyrstu ferð, at Iran hevur skotið njósnaraflogfør hjá fíggindum niður, men hetta er fyrstu ferð, at landið almannakunnger tíðindini.

Iran hevur fyrr skuldsett USA fyri at senda ómannað flogfør inn yvir iranskt lendi at njósnast. mSum skilst hava amerikanararnir serliga áhuga fyri teimum iransku kjarnorkustøðunum.