- Hóttaninar hjá USA at steðga skipum í altjóða sjógvi, eru ólógligar, og hetta svarar til piratvirksemi, sigur ein talsmaður fyri iranska herin. Mynd: Stringer/Reuters

Iran: - USA er í holt við piratvirksemi

- Verða iranskar havnir blokeraðar av USA, verða ongar havnir í Persaraflógvanum tryggar, sigur iranski herurin

- Hóttaninar hjá USA at steðga skipum í altjóða sjógvi, eru ólógligar, og hetta svarar til piratvirksemi, sigur ein talsmaður fyri iranska herin. Mynd: Stringer/Reuters

Iran fýlist harðliga at ætlanunum hjá USA um at blokera iranskar havnir frá klokkan 15 seinnapartin í dag.

 

Iranski herurin sigur sambært NRK, at um iranskar havnir verða blokeraðar av USA, verða ongar havnir í Persaraflógvanum tryggar.

 

- Hóttaninar hjá USA at steðga skipum í altjóða sjógvi, eru ólógligar, og hetta svarar til piratvirksemi, sigur ein talsmaður fyri iranska herin.

 

Hann leggur aftrat, at havnirnar við Persaraflógvan mugu vera atkomiligar hjá øllum - ella hjá ongum.

 

Talsmaðurin leggur aftrat, at Iran fer at seta í verk eina "permanenta mekanismu" fyri at varðveita eftirlitið við Hormussundinum.

 

Hvat ítøkiliga liggur í iransku útsøgnini um eina "permanentari mekanisku", er ógreitt, men tað fara vit helst at hoyra meira um seinni.

 

- Hóttaninar hjá USA at steðga skipum í altjóða sjógvi, eru ólógligar, og hetta svarar til piratvirksemi, sigur ein talsmaður fyri iranska herin. Mynd: Stringer/Reuters