Iran: USA verður álopið um tey koma inn í Hormuzsundið

Í gjár boðaði amerikanski forsetin frá, at USA fer undir at hjálpa strandaðum skipum úr Hormuzsundinum í dag.

Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix

Iranski herurin segði mánamorgunin danska tíð, at amerikanski flotin verður álopin, um hann sigldi inn í Hormuzsundið.

Tað skilst sambært tíðindastovuni AFP, í eini fráboðan frá herinum, sum er skrivað í iranska almenna miðlinum IRIB.

Boðini koma eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, í gjár boðaði frá, at USA í dag fer undir at hjálpa strandaðum skipum úr Hormuzsundinum.

– Vit ávara einhvønn fremmandan her - serliga tann ágangandi amerikanska herin - um, at hann verður álopin, um hann roynir at nærkast og sigla inn í Hormuzsundið, sigur Ali Abdollahi generalmajorur frá Miðfyrisitingini hjá iranska herinum í fráboðanini.

– Vit hava fleiri ferðir sagt, at trygdin í Hormuzsundinum er undir eftirliti av herinum hjá Islamiska Lýðveldinum Iran, og í øllum førum skal trygg farleið samskipast við hesar kreftir.

Í gjár lat amerikanski forsetin ikki nógvar smálutir frá sær um átakið í Hormuzsundinum, sum hann hevur kallað "Project Freedom".

Men eftir fráboðanina hjá Trump deildi miðleiðslan hjá amerikanska herinum, Centcom, eina fráboðan, har sagt verður, at herdeildir frá skipanini fara at stuðla átakinum.

Í fráboðanini stendur millum annað, at amerikanski herurin fer at stuðla við fleiri enn 100 flogførum og 15.000 hermonnum til "Project Freedom".

 

/Ritzau/

 

 

Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix