Iran: Vápnahvíld er ikki realistisk

- Tað er einki hugskot at tosa um annað enn verju og knúsandi hevndaratsóknir móti fíggindanum

 

Í iranska uttanríkisráðnum halda tey tað ikki vera realistiskt við vápnahvíld, so leingi sum álopini á Iran halda fram.

 

- Tað er einki hugskot at tosa um annað enn verju og knúsandi hevndaratsóknir móti fíggindanum.

 

Tað sigur Esmaeil Baghaei, sum er talsfólk fyri iranska uttanríkisráðið.

 

Talsfólkið vísir eisini aftur, at Iran hevur lopið á Turkaland, Aserbadjan og Kypros, sum hildið hevur verið uppá.

 

Hetta veit norska kringvarpið - NRK - at siga úr Iran í morgun.