Iran: - Vit eiga framvegis ríkaða uran

Hóast amerikanska álopið á trý kjarnorkuverk í landinum, sigur Iran seg framvegis eiga ríkaða uran

Ein ráðgevi hjá ovasta leiðaranum í Iran sigur, at Iran framvegis eigur ríkaða uran, hóast amerikanska álopið á trý kjarnorkuverk í landinum.

 

Tað upplýsir tíðindastovan Reuters seinnapartin í dag.

 

Uran verður brúkt til kjarnorku og kjarnorkuvápn.

 

Uran kann kloyvast, soleiðis at orkan veksur. Uran skal ríkast upp í stívliga 90 prosent fyri at kunna brúkast til kjarnorkuvápn.

 

- At ríka uran, merkir at økja um partin av urani, sum kann brúkast til at skapa hesa stóru nøgd av orku, skrivar Reuters.