Iransk herskip á Miðjarðarhavinum

Við loyvi frá teimum egyptisku myndugleikunum eru tvey iransk herskip komin ígjøgnum Suezveitina út í Miðjarðarhavið, og roknað verður nú við, at tey eru á veg til Sýrialands.

Iran og Sýrialand skrivaðu undir ein hernaðarligan samstarvssáttmála fyri einum ári síðani. Ein avleiðing av hesum var, at tvey iransk herskip vóru í Sýrialandi í fjør. Tað fall ikki í góða jørð í Ísrael, sum vildi vera við, at tey iransku herskipini vóru ein hóttan ímóti landsins trygd.

Eygleiðarar vísa á, at tey bæði iransku herskipini fóru ígjøgnum Suezveitina, samstundis sum amerikanski flogberin USS Abraham Lincoln er komin í Persaflógvan.