Abbas Araghchi, sum er iranskur uttanríkisráðharri, er maðurin miðskeiðis í myndini. Hetta er iranska samráðingarnevndin, sum er á veg aftur til iranska høvuðsstaðin

Iranska sendinevndin farin úr Sveis eftir samráðingar

Eftir samráðingarnar, sum nú hava verið í Sveis, eru USA og Iran samd um eina æltan, sum næstu tveir mánaðirnar skal føra til eina endaliga avtalu um frið

Abbas Araghchi, sum er iranskur uttanríkisráðharri, er maðurin miðskeiðis í myndini. Hetta er iranska samráðingarnevndin, sum er á veg aftur til iranska høvuðsstaðin

Sambært almennum iranskum miðlum er iranska samráðingarnevndin, sum hevur samráðst í Sveis, nú á veg aftur til Tehran.

 

Sagt verður, at hetta hava verið intensar samráðingar, sum hava vart í 18 tímar.

 

Lagt verður aftrat, at mánadagin byrja tær teknisku samráðingarar í Bürgenstock í Sveis, og tá fara partarnir at viðgera, hvussu avtalan millum USA og Iran skal skrúvast saman.

 

Eftir fyrstu samráðingarnar, sum nú hava verið, eru USA og Iran samd um eina æltan, sum næstu tveir mánaðirnar skal føra til eina endaliga avtalu um frið í Miðeystri.

 

Uppi í avtaluni skal sambært uttanríkisráðharranum í Iran, Abbas Araghchi, eisini fyriliggja ein ætlan um, hvussu spenta støðan í Libanon kann loysast.

 

 

 

 

 

 

 

Abbas Araghchi, sum er iranskur uttanríkisráðharri, er maðurin miðskeiðis í myndini. Hetta er iranska samráðingarnevndin, sum er á veg aftur til iranska høvuðsstaðin