Írar vilja hava Ísland upp í ES fyri egnan vinning

Írland hevur stóran áhuga í, at Ísland gerst limur í ES. Ein orsøk er, at íslendskur limaskapur kann styrkja støðuna hjá Írlandi í stríðnum um fiskivinnupolitikkin hjá ES.

Írar hava givið íslendingum ábendingar um, at Ísland kann fáa serliga viðgerð, um landið tekur samráðingarnar um limaskap í ES uppaftur.

 

Tað skrivar Morgunblaðið í dag.

 

Sambært blaðnum er tó ikki bara talan um vælvild mótvegis íslendingum. Írar hava sjálvir stór áhugamál í, at Ísland kemur upp í ES, og serliga fiskivinnan hevur týdning.

 

Írland hevur leingi ynskt broytingar í felags fiskivinnupolitikkinum hjá ES. Kemur Ísland inn í samveldið við sínum stóra fiskivinnusektori, kann tað geva írum ein sterkan samgongufelaga í royndunum at fáa broytingar framdar.

 

Fiskivinnan verður mett at vera eitt av allartruplastu málunum, um Ísland tekur limasamráðingarnar uppaftur. Íslendski uttanríkisráðharrin, Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir, hevur áður sagt, at fiskivinna og landbúnaður væntandi verða millum truplastu samráðingarøkini.

 

Íslendingar skulu 29. august taka støðu til, um samráðingarnar við ES skulu takast uppaftur. Verður úrslitið ja, hevur íslendska stjórnin sagt, at samráðingarnar kunnu byrja aftur longu í ár.

 

Ísland søkti um ES-limaskap í 2009, og samráðingar byrjaðu árið eftir. Tær vórðu lagdar á ís í 2013.

 

Ísland er tó longu tætt knýtt at ES gjøgnum EBS-samstarvið og Schengen.

 

Uttanríkisráðfrúan hevur áður sagt, at hon er bjartskygd um, at Ísland – um fólkið tekur undir við at halda fram – kann gerast ES-limur longu í 2028. Reuters

 

Kelda: Morgunblaðið

 

Les upprunagreinina hjá Morgunblaðnum her