IRF hevði 6,5 milliónir krónur í avlopi í fjør

Fríggjadagin hevði IRF aðalfund, har nevndarformaðurin legði fram ársrokniskapin fyri 2005

Roknskapur

Samlaðu inntøkurnar vóru uml. 60,2 mió. kr., sum er á leið tað sama sum í 2004.
Samlaðu rakstrarútreiðslurnar vóru uml. 41,8 mió. kr., sum eru 350 t.kr. lægri enn í 2004.
Rentuútreiðslurnar vóru 3 mió. kr. Samlaða skuldin í 2005 minkaði við 6,6 mió kr.

Rakstrarúrslit
Úrslitið áðrenn avskrivingar gjørdist 18,4 mió. kr., sum er 200 t.kr. hægri enn í 2004. Avskrivingarnar vóru tær somu sum í 2004. Rentuútreiðslurnar vóru uml. 200 t.kr. lægri enn í 2004. Úrslitið frá vanliga rakstrinum gjørdist 6,5 mió. kr., sum eru 500 t. kr. hægri enn í 2004.

Fíggjarstøðan
Langfreistaða skuldin er 66,1 mió. kr., meðan stuttfreistaða skuldin er 10,4 mió. kr. Eginognin er hækkað við rakstrarúrslitinum og er nú 34,9 mió. kr. Fíggjarstøðan javnvigar við 112,7 mió. kr.