Ódnin Irma, ið hevur herja karibisku oyggjarnar og Florida, er nú minkað í styrki, men hon hevur sanniliga gjørt nógv um seg higartil.
Higartil verður mett, at um 37 fólk eru deyð á karibisku oyggjunum og eini fýra fólk í Florida higartil.
Tað skrivar BBC í dag.
Tá ódnin hevur verið uppá tað harðasta, hevur vindurin ligið um 100 metrar um sekundið.
Forsetin í USA, Donald Trump, hevur sagt, at stjórnin vil gera alt, fyri at veita tað, sum er neyðugt fyri at rudda upp eftir ódnini, men enn er ógreitt hvussu stórur tørvurin verður. Tað er tó greitt, at tað verður nógv. Millum annað eru seks millónir húsarhald í Florida uttan streym og nógva staðni er støðan so ring, at tað verður lýst sum ein humaniter kreppa, har fólk hava mist so at siga alt.