Ísfiskatrolararnir aftur at fiska upsa

- Tá skipini hjá okkum hava verið á makrelveiði, hevur upsaframleiðslan á virkinum ligið still, sigur stjórin, Dávid Jacobsen.

 

Seinastu tiðina hava ísfiskatrolarar fiskað makrel av kvotu, sum varð tillutað línuskipum, garnaskipum og útróðrarbátum (2.800 tons) og kvotu, sum varð ætlað at brúka í samráðingum við onnur lond (6.500 tons).

 

Tað hevur gingið so væl hjá ísfiskatrolarum at fiska hesi tilsamans 9.300 tonsini, at kvotan nú er um at verða uppfiskað - um hon ikki longu er tað í dag. Onkur av partrolarunum høvdu seinasta tóvið í dag.

 

Dávid Jacobsen, stjóri á Faroe Origin, sigur, at trý pør hjá felagnum hava verið á makrelveiði seinastu dagarnar. Pørini eru Heykur/ Falkur, Stelkur/ Bakur og Rókur og Lerkur.

 

Hann vísir á, at tað er kostnaðarmikið at gera ísfiskaskip út til veiði eftir makreli, og tá tey so eru til fiskiskap, verður fiskurin pumpaður upp í móðurskip, og tað kostar eisini pengar.

 

- Summi skip og manningar hava fingið væl burtur úr makrelfiskiskapinum í heyst, meðan tað hevur gingið minni væl hjá øðrum skipum.

 

Dávid Jacobsen sigur, at nú makrelkvotan hjá ísfiskaskipunum verður uppi, sleppa hesi skip ikki at fiska makrel aftur í ár.

 

- Vit hava eisini fiskavirkið hjá Faroe Origin í Runavík og tá skipini, sum skulu tryggja ráfiskagrundarlagið undir virkinum, eru á makrelveiði, liggur framleiðslan á virkinum still.

 

Stjórin vísir á, at grundarlagið undir fiskavirkinum, sum virkar flak og portiónir úr upsa, eru tey trý pørini hjá felagnum, sum nú eru á makrelveiði.

 

- Út við 100 fólk eru knýtt at framleiðsluni á fiskavirkinum, og fyri tey er tað einki serligt, tá steðgur kemur í, sigur Dávid Jacobsen, stjóri.