Í kvøld spældi íslendska manslandsliðið í hondbólti seinasta venjingardysti undan EM-endaspælinum í Týsklandi.
Á útivølli í Linz eydnaðist tað Íslandi at vinna greiðan 37-30 sigur á Eysurríki. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16.
Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin var Ísland bert á odda 26-25, men seinasta korterið sum eftir ánni hjá Íslandi.
Sigvaldi Björn Guðjónsson var stórskjútti við 11 málum. Næstbesti málskjúttin hjá Íslandi var Viggó Kristjánsson við fimm málum.
Fyrrakvøldið vann Ísland 33-28 (19-14) á Eysturríki í Wien.
Til EM er Ísland í innleiðandi bólki C saman við Ungarn, Montenegro og Serbia. Bólkurin verður leiktur í München.
Komandi fríggjadag klokkan 17 spælir Ísland fyrsta dystin móti Serbia.