Tað er sannur fótbóltsfepur í hesum døgum í Íslandi, har íslendska manslandsliðið hevur skarað framúr og fingið eina dreymabyrjan upp á EM-undankappingina. Fyrst vunnu teir 3-0 ímóti Turkalandi og síðani 3-0 ímóti Lettland, men í kvøld kundi roknast við væl sterkari mótstøðu, tá ið Holland var á vitjan.
Dysturin var bara 10 minuttir gamal, tá ið Gylfi Sigurðsson legði Ísland á odda 1-0 við brotssparki. Holland hevði bóltin mest, men íslendska verjan stóð sera væl og helt mótstøðumonnunum frá teimum stóru málmøguleikunum. Stutt fyri hálvleik var Gylfi Sigurðsson aftur á blettinum, tá ið hann smekkaði ein harraleysan bólt í málið eftir eitt hornasparksinnlegg. 2-0 gjørdist eisini hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki royndu hollendingar framvegis at finna hol í íslendsku verjuni, men tað gekst sera striltið í kuldanum í Reykjavík. Ísland var tættari at økja til 3-0 enn Holland var at minka til 2-1, men 2-0-sigurin var væl uppiborin og kemur ógvuliga væl við hjá Íslandi, har dreymurin um at røkka EM-endaspælinum kemur tættari og tættari. Teir eru á odda í bólki H saman við Kekkia. Tey bæði hava 9 stig, meðan Holland á 3. plássi bara hevur trý stig.
Í bólki H eydnaðist tað Noregi at vinna 2-1 á heimavølli ímóti Bulgaria eftir at støðan var 1-1 í hálvleikssteðginum. Sigurin hjá teimum ber við sær, at teir eru á triðja plássið við seks stigum og royna at elta Kroatia og Italia, sum bæði hava níggju stig.
Úrslit og málskjúttar frá í kvøld síggjast niðanfyri:
Bólkur A
Kasakstan – Kekkia 2-4 (0-2)
0-1: Dockal, 13.
0-2: Lafata, 44.
0-3: Krejci, 56.
1-3: Logvinenko, 84.
1-4: Necid, 88.
2-4: Logvinenko, 90.
Ísland – Holland 2-0 (2-0)
1-0: Sigurðsson, 10. (br.)
2-0: Sigurðsson, 42.
Lettland – Turkaland 1-1 (0-0)
0-1: Kisa, 47.
1-1: Sabala, 54. (br.)
Útv.: Freimanis (Lettland)
Bólkur B
Andorra – Ísrael 1-4 (1-2)
0-1: Damari, 3.
1-1: Lima, 15. (br.)
1-2: Damari, 41.
1-3: Damari, 82.
1-4: Hemed, 90.
Bosnia-Hersogovina – Belgia 1-1 (1-0)
1-0: Dzeko, 28.
1-1: Nainggolan, 51.
Wales – Kýpros 2-1 (2-1)
1-0: Coterill, 13.
2-0: Robson-Kanu, 23.
2-1: Laban, 36.
Útv.: King (Wales)
Bólkur H
Kroatia – Aserbadjan 6-0 (4-0)
1-0: Kramaric, 11.
2-0: Perisic, 34.
3-0: Perisic, 45.
4-0: Brozovic, 45.
5-0: Modric, 56. (br.)
6-0: Sadygov, 61. (sj.)
Malta – Italia 0-1 (0-1)
0-1: Pelle, 24.
Útv.: Mifsud (Malta) Bonucci (Italia)
Noreg – Bulgaria 2-1 (1-1)
1-0: Elyounoussi, 13.
1-1: Bodurov, 43.
2-1: Nielsen, 72.