Ísland hevur atkvøtt nei til at taka upp aftur samráðingarnar um limaskap í ES.
Tað er greitt, eftir at seinasta valdømið í landinum er talt upp, vísa tøl frá íslendska miðlinum RÚV.
47,2 prosent av veljarunum atkvøddu fyri uppskotinum hjá stjórnini um at taka samráðingarnar upp aftur, meðan 52,8 prosent atkvøddu ímóti.
Valluttøkan var 82,5 prosent. Sambært RÚV er hetta hægsta valluttøkan síðan altingsvalið í 2009.
Tilsamans hava 270.000 fólk valrætt í Íslandi, har knappliga 400.000 fólk búgva.
Bert í teimum báðum valdømunum á høvuðsstaðarleiðini var meiriluti fyri uppskotinum. Í hinum fýra valdømunum fekk nei-síðan meiriluta.
Ísland søkti fyrstu ferð um limaskap í ES í 2009 – eitt ár eftir fíggjarkreppuna. Landið varð serliga hart rakt av kreppuni, sum legði búskapin lamnan, skrivar tíðindastovan Reuters.
Ein ES-kritisk stjórn steðgaði tó tilgongdini í 2013.
Ja-síðan heldur, at limaskapur í ES kann hava lægri rentur við sær og skapa størri tryggleika í eini heimsstøðu, sum er merkt av krígnum í Ukraina og amerikanska forsetanum, Donald Trump.
Tey, sum stuðla ES-limaskapi, stúra serliga fyri hóttanunum hjá Trump móti Grønlandi, sum landafrøðiliga liggur nærri Íslandi enn Danmark.
Nei-síðan heldur hinvegin, at limaskapur í ES fer at hótta sjálvræði landsins og hava avmarkingar á fiskivinnuna við sær.
Eftir fólkaatkvøðuna heldur íslendska stjórnin tíðindafund sunnudagin klokkan 15 um úrslitið.
Ritzau / in.fo











