Silja og tvíburðarnir løgdu fyri við einum sigri

Ajax fekk eina góða byrjan upp á kappingina

Mynd: Ajax

Silja Geirsdóttir Wardum, Lív og Vár Bentsdøtur Zachariasen og liðfelagarnir í Ajax spældu fyrr í dag fyrsta dystin í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Í høllini í Bjerringbro Idræts- & Kulturcenter eydnaðist tað Ajax at vinna 28-25 á Bjerringbro. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-14.

 

Vár og Silja skutu tvey mál hvør.

 

Ígjár taptu Rannvá Olsen og liðfelagarnir í Ejstrup/Hærvejen á heimavølli 25-28 (9-14) fyri AGF úr Aarhus. 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Ajax