Magnus hevur skotið fyrstu málini í bestu donsku hondbóltsdeildini

Mors-Thy hevur vunnið sigurin hetta kappingarárið

Mynd: Mors-Thy Håndbold

Hetta gjørdist ein góður dagur hjá 19 ára gamla Magnus Árasyni í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Lið hansara, Mors-Thy tryggjaði sær fyrstu stigini í bestu donsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið við 34-31 sigri á Kolding frammanfyri 1.106 í Thy-høllini. Í steðginum var Mors-Thy á odda 20-16

 

Samstundis skoraði Magnus tey fyrstu málini hjá sær í bestu donsku hondbóltsdeildini. Magnus skoraði trý mál upp á tríggjar málroyndir. Magnus legði eisini upp til eitt mál, og hann vann liðnum eitt brotskast. 

 

Magnus fylti 19 ár 21. august, so tað grør um gangandi fót hjá føroyskum hondbólti, har talið av føroyskum leikarum, ið spæla uttanlands á høgum støði veksur alsamt. 

 

Klokkan 17.30 spæla Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í TTH Holstebro dyst á útivølli móti verandi meistarunum, Aalborg. 

 

Mynd: Mors-Thy Håndbold