Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag, og í báðum førum gjørdist talan um sigrar.
Árni Nóa Atlason (myndin) og Ári Olsen fingu báðir fulla spælitíð, tá lið teirra, Vendsyssel FF á útivølli vann 2-0 á Esbjerg.
Harald Tangen legði Vendsyssel á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og tá eitt lítið korter var leikt av seinna hálvleiki økti tann í Føroyum væl kendi Emil Grønn Pedersen til 2-0.
Hetta var annar sigurin á rað hjá Vendsyssel FF, ið er nummar seks í deildini við átta stigum.
Fyri leikligu avrikini fær Ari karakterirnar: 7,7 frá Soccerstand og 7,5 frá Sofascore (av 10 møguligum). Árni Nóa fær karakterin: 7,6 frá Sofascore og 6,9 frá Soccerstand.
Poul Kallsberg kom á vøllin í 57. minutti, tá lið hansara, Hillerød á heimavølli vann 3-1 á Hobro. Tá Poul kom á vøllin var Hillerød á odda 3-0.
Solomon Opoku, Jakob Gunnar Sigurðsson og Tobias Arndal syrgdu málunum hjá Hillerød.
Talan er um fyrsta sigurin hjá Hillerød í hesum kappingarárinum. Hillerød er nummar 10 í deildini við fýra stigum.











