Í gjár, í dag og fyrrapartin í morgin venur íslendska fótbóltslandsliðið á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. Tað gera teir, eftir at landsliðið um vikuskiftið var í USA. Ørindini vóru at spæla vinardyst ímóti Meksiko. Hann varð spældur í Dallas, og Meksiko vann 2-1.
Seinnapartin í morgin lendir íslendska ferðalagið í Vágum. Vinardysturin ímóti Føroyum verður fríggjakvøldið klokkan 19.45, og eftir dystin fer íslendska liðið til Póllands, har dystur verður mánakvøldið.
Arnar Ꝧór Viðarsson tók stutt fyri jól við sum íslendskur landsliðsvenjari. Sáttmálin er galdandi í tvey ár. Frammanundan var hann venjari hjá íslendska U-21 landsliðnum. Hann var fyribilssettur venjari, tá ið Ísland 14. oktober og í UEFA Nations League tapti 2-1 á heimavølli ímóti Belgia. Í ár hevur Ísland spælt tríggjar dystir í HM undankappingini: 3-0 tap í Týsklandi, 2-0 tap í Armenia og 4-1 sigur í Liktinstein. Og so var tað vinardysturin leygarkvøldið í USA ímóti Meksiko, sum vann 2-1.
Arnar Ꝧór Viðarsson hevur úttikið 24 spælarar at vera við á ferðini til Føroya. Sammett við teir, sum vóru við í USA, vera tveir ikki við í Føroyum. Teir eru málverjin Patrik Sigurður Gunnarsson og verjuspælarin Jón Guðni Fjóluson, sum báðir eru skaddir.
Málverjar
Elías Rafn Ólafsson - Fredericia
Rúnar Alex Rúnarsson - Arsenal
Ögmundur Kristinsson - Olympiacos
Verja
Alfons Sampsted - Bodö Glimt
Brynjar Ingi Bjarnason - KA
Guðmundur Þórarinsson - New York City FC
Hjörtur Hermannsson - Bröndby IF
Ísak Óli Ólafsson - Keflavík
Kolbeinn Þórðarson - Lommel SK
Valgeir Lunddal Friðriksson - Häcken
Miðja
Andri Fannar Baldursson - Bologna
Aron Einar Gunnarsson - Al Arabi
Aron Elís Þrándarson - OB
Birkir Bjarnason - Brescia
Gísli Eyjólfsson - Breiðablik
Ísak Bergmann Jóhannesson - IFK Norrköping
Jón Dagur Þorsteinsson - AGF
Mikael Neville Anderson - FC Midtjylland
Stefán Teitur Þórðarson - Silkeborg IF
Þórir Jóhann Helgason - FH
Álop
Albert Guðmundsson - AZ Alkmaar
Jón Daði Böðvarsson - Millwall
Kolbeinn Sigþórsson - IFK Göteborg
Sveinn Aron Guðjohnsen - OB