Isle of Skye – ein spírandi vitanaroyggj

Isle og Skye - oyggin Skye er størsta oyggin í skotska oyggjabólkinum Innaru Hebridunum. Oyggin, ið liggur beint innanfyri Ytru Hebridirnar – ella Suðuroyggjar, ið føroyingar plaga at kalla tær – er serliga víðagitin fyri whisky-virkið Tallister. Men Oyggin Skye er eisini ein gomul mentanaroyggj, ið hóast hon telur minni enn 10.000 fólk, hevur sítt egna fróðskaparsetur, Sabhal Mòr Ostaig.

 

Í døgunum 11. til 14. mai var ein bólkur av føroyingum á vitjan á Isle of Skye. Við í ferðalagnum vóru millum annað Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður við mentamálum, Óli Jacobsen, fyrrverandi formaður í Fiskimannafelagnum, og Jóan Paula Joensen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya.

 

Millum annað var føroyska ferðalagið á vitjan á Fróðskaparsetrinum Sabhal Mòr Ostaig. Hetta Fróðskaparsetrið er stovnsett við eini líkandi grundgeving sum Fróðskaparsetur Føroya á sinni varð grundað á, nevniliga at menna og styrkja mál, mentan og mentanararv. Hetta verður gjørt við at bjóða út ymiskar lærugreinir í gæliskum máli, umframt við at vera ein aktivur leikari í samfelagslívinum á Oynni Skye.

 

Sabhal Mòr Ostaig er ein partur av UHI-samstarvinum, ið er eitt samstarv millum fimtan vitanarstovnar í regióni Higlands and Islands um at bjóða fram útbúgvingar- og granskingarmøguleikar í regiónini. Umframt hetta skal Fróðskaparsetrið á Skye vera við til at betra um búskapin á oynni og harvið at økja um fólkatalið í oynni, ið var niðri at venda á einans 7.000 fólkum í 70’árunum.

 

 

Útbúgving og gransking – ella bara áhugi

 

Millum lærugreinarnar, ið verða boðnar út á Sabhal Mòr Ostaig eru kommunikatión, fólkatónleikur, mál og mentan, norðuratlantsfrøði og fjølmiðlafrøði, ið eru á bachelorstøði. Eisini er masterlestur í fólkalívsfrøði og umhvørvisfrøði.

 

Umframt hetta ber sjálvandi eisini til at læra gæliskt heilt frá botni, eins og til ber at taka skeið í gæliskum tónleiki og dansi.

 

Jóan Pauli Joensen, ið var millum gestirnar á oynni Skye, heldur, at føroyingar eiga at troyta møguleikarnar fyri at taka stytri ella longri skeið á Sabhal Mòr Ostaig.

 

- Tey sum standa fyri Sabhal Mòr Osteig eru sera áhugaði í at fáa føroyngar at koma at lesa á fróðskaparsetri teirra í eitt tíðarskeið, greiður Jóan Pauli frá.

 

- Teir hava góðar studentabústaðir og eitt yvirskot av studentaíbúðum, so har er lætt at fáa innivist.

 

Við 30 búplássum til studentar, hevur Fróðsparsetrið á Skye góðar møguleikar at bjóða fólki at vitja stytri tíðarskeið. Meiri kann lesast um útbúgvingarmøguleikarnar á HYPERLINK "http://www.smo.uhi.ac.uk" www.smo.uhi.ac.uk.

 

- Fróðskaparsetur Føroya vil sýn lesandi vælvild, um lesandi vilja nýta skeið frá Fróðskaparsetrinum á Skye sum partur av teirra útbúgving á Fróðskaparsetrinum, sigur Jóan Pauli Joensen. ECTS stig vilja vanliga verða latin í mun til longdina á skeiðinum.

 

Stuðul verður latin til ferðing, uppihald og lestur eftir vanligum reglum. Fróðskaparsetur Føroya og Altjóða Skrivstovan eru altíð til reiðar at hjálpa áhugaðum við umsóknum og øðrum praktiskum.

 

 

Gælisk mentan og Føroyar

 

Skye hevur fast samband við skotska meginlandið, og Fróðskaparsetrið liggur sunnast á oynni, haðani til ber at koyra fram við kenda vatnið Loch Ness til Inverness – høvuðsstaðin í Higlands við skotsku eysturstrondina. Uppaftur nærri, stutt sunnanfyri Skye liggur býurin Fort William við skotsku vesturstrondina. Frá norðurendanum av oynni Skye ber til at sleppa við ferju út á Ytru Hebridirnar.

 

Skye hevur mangt og hvat at bjóða. Oyggin er kend fyri sín náttúruvakurleika, sína søgu og sítt djóralív. Tí er oyggin í sær sjálvum verd. eina longri ella stytri vitjan. Men at tað eisini finst eitt Fróðskaparsetur á oynni, ger at oyggin er tvífalt áhugaverd. Fyri málfrøðingar, fornfrøðingar og søgufrøðingar er tað upplagt at leita sær til Skye Sabhal Mòr Ostaig at nema sær førleika í gæliskum. Hetta er bæði galdandi fyri útbúnar frøðingar, ið vilja læra nakað nýtt og – ikki minst – fyri lesandi, ið hava áhuga fyri at granska keldur, ið einans eru tøkur á gæliskum máli.

 

Hesi seinastu árini hava søgu- og fornfrøðingar ávíst, at sambandið millum norðbúgvar og keltisku fólkasløgini í Skotlandi og Írlandi hevur verið størri og meiri jaligt enn vit higartil hava hildið. Vanliga fatanin av at norðbúgvar og keltar einans hava ligið í orrustu við hvønn annan, vísir seg at vera ósonn. Stóru málsligu og fornfrøðiligu leivdirnar av keltiskari mentan í Føroyum benda á, at norðbúgvar hava samskift og handlað nógv við keltar.